Kringvarpið: Nógvu ferðafólkini, sum nú koma til Mykinesar, eiga at sleppa trygt í land í oynni.
Sørvágs kommuna hevur skrivað til landsstýrismannin í samferðslumálum og biðið um pengar til atløgusíðu og bakkaverju í Mykinesi.
Atløgusíðan er mett at kosta 1,479 milliónir krónur og bakkaverjan eina millión og 81.000 kr. Brævið er nú í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo