Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Eg tími ikki at mamma stillar upp til bygdaráðsvalið, tí so blívur hon bara líka ópoppulér sum øll hini sum sita har”. Og rætt hevur hon, mangan verða vit, sum sita har, ópoppulér. Hví man so vera?

- Tað kann ikki vera rætt at tað vakrasta økið í Sandavági, verður tikið til nýggj gravpláss. Ein perla av einum øki, serliga summarmánaðirnar, sum osar av lívi og við spælandi børnum

Tað var ein feilur í alarmskipanini á Flogvøllinum, sum gjørdi, at terminalurin á flogvøllinum var evakueraður í morgun. Fólk vóru annars klár at fara umborð á Kepmannahavnar- flogfarið sum skal fara kl 09.00

Sunnudagin 23. oktober verða 4 forvitnisligir fyrilestrar í bygdarskúlanum í Miðvági frá kl. 16.00 - 18.00

- Vilt tú í politikki, at als einki skal henda, so er bara at skapa ósemju og øsing. So hendir absalutt einki. Tað er tað, ið við er at henda í samband við høllina í okkara kommunu

Jákup Sverri Kass vil ikki seta navn á, hvør kann hava likið upplýsingarnar um ferðaseðlarnar til SAS, men hann sigur, at hann keypti ferðaseðlarnar beinleiðis á netinum frá Atlantsflogi, so tað er eingin uttanum Arlantsflog, sum kann hava likið

- Ein rík kommuna og eitt ríkt handils- og vinnulív ganga hond í hond. Tað er ein sannroynd, at seinastu árini er lítið gjørt fyri at lívga um korini hjá teimum, sum reka vinnu í Vágum

Harmonikuvinir í Kedron í Sørvági leygarkvøldið 22. okt. kl. 20

- Høvuðsboðskapur okkara er, at skattaprosentið skal niður, og at grundstykkir altíð skulu verða tøk í øllum trimum bygdinum, sigur umboðini

- Nú skal tann rustaða brøytin, sum hevur staðið uppi í Evigheitini seinastu 20 valskeiðini og serliga upp undur kommunval, skiftast út við ein bulldozara, sum grevur vegin Tvørgarður / á Ryggi ígjøgnum, uppá minni enn ein mánað

- Hetta er vanlig tænasta hjá einum flogvølli, sum vil hava fleiri kundar, sigur stjórin í Vága floghavn, Jákup Sverri Kass

Við hesum slagorðunum bjóðar Trivnaðarlistin seg fram til kommunuvalið í Vága kommunu. Á listanum eru ymisk fólk við ymiskum royndum og førleikum

Her eru nøvnini og valskráin hjá øðrum listanum í Sørvágs kommunu

Seinastu tíðina hevur West-Tech í Sørvági arbeitt við økinum niðri á Stakka, og í dag varð byrjað at seta betongelementini upp

Mikukvøldið 19.10 kl. 20.00 verður temakvøld um hjúnaband og parlag í Sørvágs kirkju og kirkjuhúsinum

- Eg eri til reiðar og førur fyri, at menna kommununa saman við tykkum

- Á sandinum í Sørvági hevur verið vanligt at taka langskel at eta um páskirnar. Men handilslig skeljaveiða er tó avmarkað til eittans loyvi, sum handilsvirkið O.C. Joensen á Oyri hevur

Mikudagin vóru trý starvsfólk í barnagarðinum Miðgarður í Miðvági heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu

U17-flogbólts landsliðiðni hjá kvinnum og monnum skula í døgunum 17. – 20. oktober umboða Føroyar í NEVZA-kapping, sum verður í Ikast

- Miiðal mánaðarlønin hjá Atlantic Airways er 53,751.00 krónur, meðan hon hjá Vága Floghavn er 45,484.00, sambært eini útrokning bygd á ársroknskapin fyri 2015

 

Vága kommuna sigur, at í sambandi við ætlaðu víðkanina av kirkjugarðinum í Sandavági, hevur umsitingin fingið handað mótmælisskriv frá borgarum í Sandavági

Aftur í ár, triðja árið upp í slag, skipar Skúlin á Giljanesi fyri fótbóltsbreyt í samstarvi við Sørvágs skúla, FSF og fótbóltsfeløgini

Í gjár vóru 10 ár síðani flogvanlukkuna á Stord í Noregi, tá fýra fólk lótu lív. Maibritt Magnussen (31) minnist 10. oktober 2006 sum var tað í gjár

Í mars fer SAS at flúgva millum Keypmannahavn og Sørvág. SAS fer at flúgva ein túr dagliga allar dagar í vikuni við Airbus A319 og Airbus A320-flogførum, sum hava ávikavist 141 og 168 setur

- Forsíðumyndin á Vogue er eitt gjøgnumbrot, sum gevur meiri og størri arbeiði. Tað sigur føroyska modellin, Jegor Antonov Venned

- Borgaralistin er klárur at taka avbjóðingina, at tæna og framhaldandi at bøta um trivnaðin hjá borgarum, vinnu og felagslívi í Vága kommunu

Miðvingurin Bergur Johansen, nummar tvey frá vinstru á myndini, var ein av teimum sum var við at vinna hugskotskappingina til nýggjan bygning hjá donsku sjónvarpsrásini TV2 Norður

Tað mundu vera eini 300 vaksin og børn, sum vóru á Flogvøllinum í kvøld fyri at taka ímóti Ronaldo, men tey allar flestu máttu standa uttanfyri hegnið

Portugisisku fótbóltsstjørnurnar eru komnar til Føroyar, og eru nú á veg til Havnar. Ronaldo er størsta stjørna sum nakrantíð hevur verið í Føroyum

- Vit vilja skapa og menna eina av teimum bestu kommununum í Føroyum. Eina kommunu, har nærdemokrati, opinleiki og trivnaður eru í hásæti

Vága Floghavn hevði sett heiðursportur upp, tá ið hetjurnar komu aftur úr Riga í morgun kokkan gott 10

Leygardagin, tann 1. oktober, var Miðgarður í Miðvági 5 ár, men í dag varð dagurin hildin

Kommunurnar í Vágum hava gjørt avtalu við Sjúkraflutningstænastuna um, at kommunurnar rinda fyri at halda bilarnar heitar, tá teir standa stillir

Í gjar, 5. oktober, lendi eitt Fokker 100 frá SkyGreenland í Vágum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt flogfar hjá SkyGreenland lendir í Vágum

Arbeiðið at varðveita og seta SOR-bygningin í stand er byrjað

Myndir av Vatninum eru oftast yndisligar og væl brúktar til at marknaðarføra Føroyar sum óspilt umvhørvi. Hesin filmurin vísur tó á ein heilt annan veruleika

Lydia Nielsen, ið er ættað úr Danmark, og býr í Vatnsoyrum, sýnir fram á Listavegginum hjá Eik Banka í Miðvági í oktober

Hesa komandi vikuna vitjar íslendski barnabókarithøvundurin og teknari Þórarinn Leifssonn í Føroyum, har hann fer at fortelja um sín sermerkta skaldskap fyri skúlabørnum í Vestmanna, Kvívík, Sørvági og Giljanesi

Bussarnir koyra enn niðan í Gásadal við ferðafólkum, tóat vit eru komin út í oktober. Í dag hevur eisini verið ein avbera vakur dagur

So langt niður kom A321-neo flogfarið í dag, men setti seg kortini ikki á vøllin

Hetta er størsta flogfar sum nakrantíð hevur gjørt royndir í Føroyum

Klokkan 10.30 í morgin setur A321-flogfarið hjá Airbus seg á flogvøllinum í Sørvági, og skal gera fleiri lendingar og fráferðir, áðrenn tað fer avstað aftur

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Í september flugu 24.300 ferðafólk við rutuflogførum og tyrlum tilsamans. Tað eru 6 prosent fleiri enn í september í fjør

- Tað fyrsta nýggja bygdaráðið má fara undir, er at gera útstykkingar. Um alt gongur væl í hond, so eigur at bera til at fara undir tað síðstu projekteringina í samband við dagføringina av skúlanum nevniliga ítróttarhøllina

Leygardagin, tann 1. oktober, verður Miðgarður í Miðvági 5 ár. Dagurin verður hildin fríggjadagin 7. oktober

 

Á Vatninum kavaðu teir í gjár og í dag eftir granatum, tí illgruni var um tað. Tað sum kavararnir hava funnið í dag, verður kannað nú, sigur Arktisk Kommando

Vága Floghavn lýsti fyrr í ár eftir einum tøkningi afturat verandi tøkniligu manning. 9 umsóknir vóru til starvið, og hevur Vága Floghavn avgjørt at seta Egil Branduson Joensen í starv

 

Syngið og Dansið við byrjar aftur í dag í Marghøllini í Sørvági, kl. 14:00-16:00. Jørgen og co. spæla til dans

Í gjár og í dag hava danskir kavarar leitað eftir granatum á Vatninum

Skúlin á Giljanesi fer nú undir at royna tað tøkniliga forritið CD-ORÐ, sum er eitt pc-amboð, ið hjálpir tær at lesa og skriva – men tíverri ikki á føroyskum – enn