Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

VP ynskir øllum eini Gleðilig Jól

Sørvágs Sløkkilið hevur havt úr at gera í allan dag, og eisini seinastu nátt. Takið á Brandstøðini fór í vindinum, tekja á sethúsum og aðrir skaðar

Her eru nakrar stormmyndir úr Vágum, sum okkara myndamaður tók fyrrapartin

- Í samband við árligu rekkjukoyringina í Vágum, vil politiið staðiliga frámæla hesum, sigur løgreglan í fráboðan

Í dag var lítil hátíðarløta á Sýnini í Miðvági í sambandi við at fyrsta byggistig av fýra tilsamans er liðugt

Vágafólk og norðoyingar mótmæla, at tunnilsgjaldið heldur fram, eftir at lánið er goldið. Marjus Dam, sum er talsmaður, sigur, at tunnilsgjaldið kann enda í rættinum, verður ein semja ikki funnin

Í dag var hátíðarhildið at Atlantic hevur fingið nýggja A320-flogfarið og myndamaður okkara var á staðnum og tók nakrar framúr góðar myndir

William, Elinborg og Ingálvur eita flogførini og Ruth og Sámal eita tyrlurnar hjá Atlantic

Nakrir stormskaðar hava verið í Vágum í dag. Tekja reiv í Sandavági, takvindeyga fór í Miðvági og klædningur

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn væntast fyrsta flogfarið í dag at koma klokkan 20.20, meðan tey fyrstu flogførini fara úr Vágum klokkan 15, 15.30 og 16

Her eru myndir frá tá ið nýggja A320-flogfarið hjá Atlantic fleyg á síni fyrstu ferð til Føroya

Fleiri myndir eru í myndasavninum av handanini í Hamburg í dag, tá ið Atlantic Airways fekk nýggja A320 flogfarið

Nú klokkan 17 verður nýggja Airbus 320 handað Atlantic Airways

Sum eina byrjan er ein karrusell sett upp við 14 nýggjum titlum. Framleiðslan hjá Sprotanum er so mikið stór og javnað út á alt árið, at hvønn mánað vera nýggjar bøkur í karrusellini

Tingfólk úr Sambands- og Fólkaflokkinum skjóta upp at játta pening til neyðuga bakkaverju og atløgusíðu í Mykinesi. Atkvøðugreiðsla verður um uppskotið seinni í dag

Ætlanin var at flogfarið skuldi koma til Føroya í morgin týsdagin. Men nú verður sagt, at hetta helst verður longu í kvøld, vegna vánaligu veðurvánirnar

Fyri veður eru hesar seinkingarnar í flogferðsluni í dag

Myndir av nýggja Airbus A320 flogfarinum, har tað stendur uttanfyri hangarina í verksmiðjuni í Hamburg

Vesturleiki kom á Sørvág seint í gjárkvøldið, teir koma heim undan Grønlandi, har teir hava verið síðan einaferð í summar

Ein sera spennandi og tættur dystur í flogbólti í steypakappingini hjá kvinnum var í høllini í Sørvági í dag millum SÍ og Mjølnir. SÍ vann dystin 3 – 2

Síðani kl. 16:10 í dag hevur verið leitað eftir einum 21 ára gomlum manni í Sørvági. Kl. 20:40 bleiv tann 21 ára gamli funnin deyður í Sørvági

Tað fara framhaldandi at vera fýra løgreglufólk í Vágum, hevur ovasta leiðslan í løgregluni avgjørt. VP skrivaði herfyri at talið skuldi skerjast niður í tvey løgreglufólk, men tað verður av ongum

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fer at taka 24 ferðafólk fleiri, ella 168 ferðafólk í alt

Vegna tekniskar trupulleikar eru fleiri broytingar í fráferðum og komum hjá Atlantic Airways í dag hósdag 8. desember 2016

Tað er fyri at seta gomlu húsini, sum minna okkum á eina gamla farna tíð, í miðdepilin, og til gleði fyri øll tey, ið ferðast framvið, siga fyrireikararnir

Í samband við bygnaðarbroytingar hjá løgregluni, hava borgarstjórarnir í Vágum haft fund við løgreglumenn

Á Facebook-profilinum Danish Aviation Spotting er ein mynd løgd út av nýggja A320 flogfarinum hjá Atlantic. Sagt verður at flogfarið er júst komið av verksmiðjuni. Foto: Tobias Guda

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2017. Við ársbyrjan verður nettoskuldin góðar 63 mió. kr. Svarandi til 84% av eini álíkning

Tann 1. desember 2006 byrjaði flutningsfelagið EUR-Express í Sørvági sítt virksemi. Í tí sambandi hevur felagið gjørt ein sang sum kann hoyrast her

Talan er hesaferð um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, ið hevur leikt út við 40 dystir í superligani í Danmark við ávíkavist Esbjerg og FC Vestsjælland

- On December 4th, at 16:00 o’clock, everyone is invited to an International Family Christmas service in Sørvágs kirkja. The sermon and the hymns will be in English and the band Blátt Gras will perform some of their songs

Leygardagin 3. des. frá kl. 10.00 skipar Sørvágs Ítróttarfelag fyri einum SÍ degi í høllini í Sørvági, har tónleikur, loppumarknaður, sølustevna og tombola verður á skránni

Í samband við arbeiðið at útbyggja parkeringsøkið, verða nakrar fyribilsbroytingar av sjálvum parkeringsøkinum

Her eru nakrar jólamyndir tiknar í Sandavági, Miðvági og Sørvági

Kvinnurnar hjá Drátti og SÍ leiktu í dag, og vann Dráttur á- SÍ, 3 - 0. Settúrslitini vóru 25 - 18, 25 - 7 og 25 - 16

Á samkomu í 07Vestur húsinum í Sørvági í gjárkvøldið 25. november varð seinasta bókin um Sørvágs kommunu, “Sørvágs kommuna 1915 – 2015 fjórða bók”, løgd fram og givin út

Vágaskot skipar fyri Mikro-kapping í bogaskjóting í Miðvági í dag og í morgin. Bæði vaksin og børn luttaka. Her eru nakrar myndir

- Starvsfólk hjá kommununi hava í dag arbeitt við at staðfesta hvussu stórur skaðin er og herverkið er meldað til løgregluna. Mánadagin taka vit støðu til, hvat kann gerast aftur og/ella um fleiri ljósketur verða keyptar.

Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja rundkoyring í Sandavági er neyðugt at víðka um verandi arbeiðsøkið frá komandi mánadegi 28. november 2016 at rokna, og so leingi arbeitt verður

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað 25. november 2016

Atløgusíða og bakkaverja skulu gera tað tryggari hjá ferðafólki, sum vitja í Mykinesi. Kostnaðurin er mettur til hálvaaðru milliónir krónur, skrivar Kringvarpið

- Í fjør vóru um 90 barnaverndarmál í Vágum, men hetta talið er nakað minni í ár, um 80 í ár, sigur leiðarin á barnaverndarøkinum í Vágum

Google-bilurin, sum avmyndar Føroyar, er nú í Vágum

- Kommunurnar í Vágum vilja hervið harðliga mótmæla, at ætlanin er at skerja løgregluna í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi

Áðrenn Vágatunnilin kom vóru tað sjey løgreglumenn í Vágum, men frá 6. februar, tá ið nýggi reformurin verður settur í verk, verða tað bert tveir løgreglumenn í Vágum

Í sambandi við at Sandavágs Kirkja verður 100 ár komandi ár, eftirlýsa áhugaðar røddir myndir av kirkjuni undir bygging í 1916 og 1917 og árini eftir tað

Vága kommuna hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Via Trafik um at gera ferðslutrygdarætlanina og er tað arbeiðið byrjað

- Klokkan 10. minuttir í sjey, gekk spádómurin út. Tað rak í súpanarpottinum, kaldar øl stóðu á borðinum, gittarin var stemmaður, men bróstaviðurin var farin at sveitta, tí fólk stóðu sum seiður í nót inni í húsinum í Beitinum

Mikudagin 16. november kl 17.30 verður barna- og familjuguðstænasta í Bíggjar kirkju

Útlendskir miðlar hava mangan ferðafrásagnir úr Føroyum. Flestu hava tað í felag, at tann ið skrivar hevur havt góðar upplivingar her. Og ofta er okkurt, sum serliga verður tikið fram