Útlendskir miðlar hava mangan ferðafrásagnir úr Føroyum. Flestu hava tað í felag, at tann ið skrivar hevur havt góðar upplivingar her. Og ofta er okkurt, sum serliga verður tikið fram.
"Ferð mín til undurvøkru og ævintýrkendu Føroyar" kallar Masood Mumtaz ferðafrásøgn sína í netmiðlinum Dawn.com.
Hann leggur úr í Vágoynni, og her er tað fyrst og fremst Sørvágsvatn sum hevur fangað eygað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo