Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á valfundi í Marghøllini í Sørvági samanbar eg djúpvatnstrolaran Brestir og Sørvágs kommunu. Og tað er tí, at tað ikki er ókent í politikki at samanbera eitt valskeið við ein ella fleiri túrar til skips.

Á sjómanndegnum fegnaðust vit um, at Brestir stevndi inn á Klaksvíkina. Ørindini vóru, at Thorman Niclasen úr Bø saman við sínari manning skuldi taka ímóti heiðurskjali fyri at hava avreitt tað størsta veiðuvirði árið fyri í sínum skipabólki. Tað fløvar altíð, tá tað gongur onkrum av okkara væl.

Síðani segði eg, at tað hevði verið merkiligt, um reiðaríið ikki lat skipara og manning halda fram, sum tað sjálvandi gjørdi.

Okkara kommunali túrur er lokin. Sjálvur haldi eg, at úrslitini tala fyri seg. Einki mannaverk er fullkomið, men samanumtikið má sigast, at lítið og einki av týdningi hevur verið á skránni, sum ber boð um, at skiparin ella rættari sagt borgarstjórin ikki kann halda fram.

Høvuðsmálið í valstríðnum hevur verið spillivatnsætlanin, og hon er eitt mál, sum skal loysast hjá øllum kommununum í landinum, tí hetta er eitt lógarkrav. Í hesum valskeiðnum hava vit arbeitt og fingið góðkent eina spillivatnsætlan fyri allar fýra bygdirnar í kommununi, og sjálvandi bar ikki til at seta skjøtil á arbeiðið, fyrr enn øll ætlanin var góðkend.

Á valfundi í Pakkhúsinum í Bø var spillivatnsætlanin í bygdini tikin fram. Bøur og Gásadalur eru næstan komin á mál. Útlátini í Bø eru savnaði niðri á sandinum skamt frá sjóvarmálanum, og eg eri sannførdur um, at tað er einki til hindurs fyri, at vit eru komin á mál í Bø og Gásadali tíðliga í næsta valskeiði.

Fari til sðst at venda aftur til ísfiskatrolaran Brestir. Skipari og manning sluppu, sum áður sagt, at halda fram, og um síðstu dagarnir í árinum ganga til vildar, so verða teir aftur á komandi sjómannadegi ein av kandidatunum til heiðurslønina.

Góði veljari. Í morgin avgerð tú, um eg sleppi at halda fram sum skipari á kommunalu skútuni. Eg eri fúsur at fara til verka, men tykkara atkvøður eru mín styrki. Uttan tær kann eg ikki halda fram, og má stinga í sekkin og fara í land.

Gott val øll somul og blíðar heilsur.

Sune Jacobsen
Borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo