Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í sambandi við at Sørvágs kommuna hevur samtykt at keypa nýggjar ljósmastrar til vøllin á Dungasandi, varð sáttmálin viðvíkjandi fundamentum undirskrivaður týsdagin

Í dag kemur nýggj barnafløga á marknaðin. Tað er 6. flokkur í Sørvágs skúla, sum letur hesa fløgu frá sær, sum hevur fingið heitið "Vit eru vinir"

- Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við 4,7% hvør, og í Porkeris kommunu við 6,4%

Um viðrar verður stórt hátíðarhald niðri við Vatn leygardagin 25. november 2017, kl. 14:00 har standmynd av nykinum verður avdúkað

SAS og Bakkafrost hava nýggja fraktavtalu, ið merkir, at Bakkafrost útflytir vøru við flogførum hjá SAS

Í kvøld hevur 07 Vestur havt aðalfund eftir broyttu viðtøkunum, har nevndarval skal verða stutt eftir kappingarlok. Nýggj nevnd er skipað við 8 limum

Kvinnuflogbóltur: Ein dystur verður í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum í høllini í Sørvági klokkan 19.30 í kvøld

Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800 flogfar seg á flogvøllinum í Sørvági

Fríði Sandberg Joensen hevur verið ein av týðningarmiklastu leikarunum á 2. liði í ár hjá 07 Vestur, og 20-ára gamli miðvingurin hevur nú eisini undirskrivað sáttmála fyri 2018

Í kvøld hava Janus Svabo Samuelsen og 07 Vestur skrivað nýggjan sáttmála, ið knýtir leikararn at felagnum komandi kappingarár. Hóast bert 19-ára gamal, var Janus ímillum týðningarmiklastu leikarar

Fyri fyrstuferð nakrantíð er samlaða ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn yvir 300.000. Higartil í ár eru 300.469 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn

07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum

Á sjálvum 10-ára føðingardegi felagsins útnevndi formaðurin, Jim Sonni Guttesen, tríggjar teir fyrstu heiðurslimirnar í 07 Vestur: Steinbjørn Hansen, Jóhan F. Magnussen og Magna Thomassen

Sandavágsbrøðurnir Karl og Ragnar Weihe hava júst undirskrivað sáttmála við 07 Vestur

Kirstin hevur arbeitt sum deildarleiðari, leiðari og seinastu árini, sum visitastor og fyribyrgjari á Heimatænastuni í Vágum

Thomas Vikre sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

- Fer Sjóvinnustýrið fyrst úr Vágum, er tað ivasamt, at tað kemur aftur í oynna, hóast ein politisk avgerð er tikin um, at tað skal verða her

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, undrast, nú tað er greitt, at Sjóvinnustýrið flytir úr Vágum, og hann vil hava málið lýst út í æsir

Sum VP skilur, so hevur Sjóvinnustýrið leigað ein bygning í Tórshavn, men stjórin hevur onga viðmerking til málið beint nú

VP spyr í nýggjari spurnakanning, hvar Sjóvinnustýrið liggur best? Legg til merkis at nú skal atkvøðast á høgru síðu, sum sirkulin á myndini vísur

Á Sjóvinnustýrinum í Sørvági eru tey so smátt farin at droyma gyltar dreymar um Havnina

Tað eru oddaliðini Mjølnir og Dráttur, sum møtast í Badmitonhøllini í Klaksvík kl. 19,30

Minningarhald teirra sjólátnu, verður við minnisvarðan í Sørvági, Allahalgannadag kl. 15.00

3. umfar av FM-kappingunum í dart var í Miðvági leygardagin 28. oktober. 38 menn og 9 kvinnur vóru við í kappingini.

 

Minningarhald teirra sjólátnu, verður við minnisvarðan í Miðvági, Allahalgannadag kl. 14. Inga Poulsen Dam talar, kransar verða lagdir og drekkamunnur verður aftaná

Mánakvøldið er Bústaðarkvøld á Strondum, týskvøldið í Miðvági og hóskvøldið í Kollafirði

Peningurin fer óskerdur til ungdómsarbeiðið hjá SÍ. Sølan verður við egningarskúrarnar á bryggjuni í Sørvági í kvøld, fríggjakvøldi 27. okt frá kl. 17-18

Nýggja RNP innflúgvingarskipanin, sum Vága Floghavn ætlar at seta í verk, er ein beinleiðis stuðul til SAS og kappingaravlagandi, heldur Atlantsflog

- Vegna tekniskt brek á brennistøðini hjá IRF, verður ruskplássið í Sørvági stongt til týsdagin 31. oktober 2017

Í gjár var fyrsti dagur at Asian Food Truck hevði opið í Miðvági, men tað verður eisini opið í dag

- Ætlaði ikki at fara í kríggj í miðlunum, men tá myndugleikarnir – Sjóvinnustýrið, Arbeiðs- og Brunaeftirlitið og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið – eru farin at málsviðgera alment, so verði eg noyddur at gera tað sama

Í desember í ár, skipar 6. flokkur í Sørvágs Skúla, teirra foreldur og lærarar, fyri stórum jólatiltaki á Flúgvarabedingini við Vatnið

Tórður Mikkelsen var við, tá fjallfólkið kom á rættina í Gásadali við seyðinum, og tá seyðurin seinni um dagin bleiv flettur. - Seyðurin er heilt góður í ár. Tað hevur verið gott veður og nógvur gróður, sigur Pól Sigmund Mikkelsen

 

- Vit í Vága kommunu eru sera áhugaði í, at Sjóvinnustýrið verður verandi í kommununi, og eru spent uppá at fylgja við í gongdini - og eru sjálvandi til reiðar at hjálpa, har tað er neyðugt, fyri at alt skal ganga skjótt og væl

- Fæst eingin onnur loysn á átrokandi hølistrupulleikunum, eri eg sinnaður fyribils at lata Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum. Gerst tað neyðugt, verður avgerðin galdandi til nýggi bygningurin í Vágum er liðugur

- Síðan Sjóvinnustýrið leigaði seg inn í høli omanfyri flogvøllin í Sørvági, hava arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum verið vánaligar. Bygningurin hóskar illa til arbeiðið hjá Sjóvinnustýrinum, og nógvir manglar eru

Mikudagin 18. august kl. 14.00 er aftur “Syngið og Dansið við” í Marghøllini í Sørvági. Teir vælkendu og umtóktu spælibrøðurnir av Løgmansbø undirhalda

 

Sambinding / Intertwining byrjar aftur hóskvøldi 19. oktober kl. 19oo í Skúlanum á Giljanesi

Í sambandi við at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur søkt um at friða náttúruna á Víkum í Vágum, verður skipað fyri undirskriftainnsavning

Í morgun klokkan hálvgum átta bóru tveir bilar saman á vegnum við Fútaklett í Vágum. Tað vísti seg at annar bilførarin hevði drukkið, og kann rokna við at missa koyrikortið

Tað var bara SAS-flogfarið sum kom úr Keypmannahavn í dag. Flogfarið setti seg klokkan 12.12 í Sørvági, vísur yvirlitið um komur á heimasíðuni hjá Vága Floghavn

Integratiónssamskiparin og starvsfólk á Útlendingastovuni vitja Sørvágs bygdaráð og onnur, hósdagin hin 12. oktober 2017

Íslendingar av Norðlandinum koma hendan vegin at syngja. Blandaða kórið Sálubót fer at syngja í tveimum kirkjum komandi vikuskifti 14. og 15. oktober

Tað hevur verið eitt sindur toført at sæð rundkoyringina á Giljavegi í Sandavági, men nú er miðjan málað við reyðum liti so rundkoyringin sæst betri

Á árligu Vest Norden Travel Mart messuni, sum verður fyriskipað av NATA, var tað hesaferð Vága Floghavn, sum vann heiðurin fyri Føroyar.

Atlantic Airways varð kosið triðbesta evropeiska flogfelag á Danish Travel Awards fyrr í vikuni

Flogfarið, sum kom beinleiðis úr Riga, fer avstað aftur seinni í dag, og kemur síðan aftur í morgin, 7. oktobur. Flogfarið er av slagnum Boeing 737-500

Eyðfinn Jacobsen úr Sandavági hevur framsýningina í oktober mánaða á Listavegginum hjá Betri í Miðvági

Nýggja Airbus 320-neo flogfarið hjá SAS, sum hevur somu útgerð sum flogførini hjá Atlantsflogi, hevur sett seg í øllum góðum. Hetta var fyrsti túrurin hjá SAS við hesum flogfarinum sum ætlanin er at brúka í framtíðini á Føroya-rutuni

Ætlanin er at gera eitt savn í Miðvági, sum tó umfatar alla oynna, har ein partur av savninum verður Grønlandsútróðurin. Nú eru tríggir av teimum eyðkendu bátunum komnir til savnið og standa á bryggjuni í Miðvági