Í sambandi við at Sandavágs Kirkja verður 100 ár komandi ár, eftirlýsa áhugaðar røddir myndir av kirkjuni undir bygging í 1916 og 1917 og árini eftir tað.
Gamla kirkjan bleiv tikin niður um Ólavsøkuleitið í 1916.
Nýggja og núverandi kirkjan, bleiv teknað og bygd undir leiðslu av Magnus av Kamarinum úr Havn. Kirkjan bleiv vígd 29. apríl í 1917.
Fólk, ið eiga myndir, kunnu venda sær til Jan Erik Simonsen.
Jan Erik Simonsen kann hittast á telefonnr. 212753 ella janerik_69@hotmail.com
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo