Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

​​​​​​​Flogvøllurin er broyttir nógv, síðani fyrsta flogfarið lendi fyri 61 árum síðani. Fleiri útbyggingar eru gjørdar, virksemið er vaksið og fyri stuttum lendi fyrsta farmaflogfarið. Men hvussu er skilabest at skipa Flogvøllin framyvir?

Á býráðsfundi í februar samtykti býráðið at arbeiðast skuldi fram ímóti at skipa fyri eini mentanarviku í Vága kommunu

- ÍF gott tak á bronsuni eftir sigur á Fleyr

 

TB, sum undan hesum dystinum hevði fingið stig í seinastu fýra dystunum, vísti aftur vøddar í gjár ímóti oddaliðnum Drátti, sum tó at enda vann spennandi fimmsettaran

SÍ gentur 12 við stórtalentinum Onnu Katrinu í Haraldstovu á odda vunnu greitt sína finalu ímóti TB

Jens Kristian Haraldsen, nýggi formaðurin í 07 Vestur, ætlar at leggja orku í at gera felagið meira sjónligt og styrkja tað sum felag, men hann ætlar ongar kollveltandi broytingar- stratesjiin hjá nevndini er óbroytt

Í annaðkvøld, týskvøldið 2. apríl verður greitt, hvussu liðini møtast í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

- Kirkjuráðið vónar at nógv fólk leitar sær til serligu útigudstænastuna har bússan gongur til frama fyri at skunda undir umvælingina av kirkjuni í Bø

- Vit hava arbeitt við tí í longri tíð, men økt ferð er komin á arbeiðið, eftir at vit fingu kinesisk-føroysku orðabókina, tí síðani tá er eftirspurningurin vaksin munandi, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord

- millum tvær og tríggjar ferðir so rúmsátt sum higartil

- Vága kommuna hevur gjørt av at strika bíðilistan eftir at fáa grundstykki í kommununi. Sum støðan er nú, er bíðilistin óneyðugur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, við KVF

Krígssavnið hevði sín aðalfund í seinasta mánaða, tá øll nevndin varð afturvald

Alifyritøkan Hiddenfjord hevur fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling frá Best Aquaculture Practice (BAP). Hiddenfjord er fyrsta alifyritøka í Føroyum, sum hevur ovastu BAP góðkenning

- Ein longri flogvøllur ger, at flogfeløgini fara at brúka størri flogfør, og tað gevur minni fleksibilitet fyri viðskiftafólkini, ávarar stjórin um, sambært KVF

Um fimm tíðina í dag var bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi í Mykinesi eftir eini konu sum var komin á soppin

Ein maður var í bilinum og hann mátti klippast leysur

Týskvøldið 19. mars kl. 19.30 heldur Pál Weihe, lækni, fyrilestur í Sandavágs kirkju undir heitinum Náttúruvísindi og trúgv

Í gjár, hósdagin 14. mars, var Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan í Vága kommunu

Talan er um fyribilsloyvi, men endaliga loyvið kemur skjótt, sigur stjórin í Vága floghavn við KVF

Vágakórið syngur og Súsanna Mortensen úr Kvívík heldir grækarismessurøðu

C J Bygg er farið undir at skifta takkonstruksjónina á nýggja partinum av skúlanum og høllini í Sørvági

Trafikstyrelsen biður um eina frágreiðing, nú tað er greitt, at Vága Floghavn ikki hevur neyðuga góðkenning, skrivar KVF

Í kvøld, mikukvøldið 6. mars, kl.19.30 savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum í missiónshúskjallaranum í Miðvági

Nýggja farmaflogfarið hjá FarCargo lendi fyri løtu síðani á flogvøllinum í Sørvági

Hóskvøldið 7. mars 2024 kl 20 verður ein sermerkt føstugudstænasta í Miðvágs kirkju

Sambært Vága Floghavn so komu um 123.300 útlendingar til Føroya í 2023

Heima hjá Vivi Árnadóttir í Sandavági var serliga nógv stákan undan steypafinalunum í flogbólti. Hon átti nevniliga børn í trimum av fýra finaluliðum hjá teimum vaksnu

SÍ vann Bónuskappingina fyri kvinnuungligar ímóti Mjølnir. Talan bleiv ongantíð um ein veruliga spennandi dyst

Ongin ivi hevur í nógv ár verið um, at SÍ hevur eitt avbera gott ungdsómsarbeiði í flogbólti, og at nógvir gávuríkir ungir leikara koma úr Sørvági og úr Vágum annars

Høvuðsumvælingin av hotellinum gongur við rúkandi ferð. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, fundarhølum og einum stórum, nýmótans køki, so merkir hetta eisini, at undanfarna innbúgvið skal finna nýtt heim

Á hesum økinum sum verður grivið út nú á flogvøllinum í Sørvági fara at standa - eftir ætlan - tveir hangarar og eitt parkeringshús

- Nú eru longu átta ár síðani, vit settu stuðulsskipanina á stovn, og kostnaðarstøðið er hækkað nógv síðani tá, so tí hava vit gjørt av at hækka upphæddina, vit lata gjøgnum Listaflog

Í dag liggja Katrin Jóhanna og íslendski nótabáturin Gullberg á Havnini og bíða eftir at sleppa at landa

Løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu fær týdning fyri alt Føroya fólk, og tí skulu øll fáa høvi at koma til orðanna, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið

Ætlanin er at byggja eitt savn í Miðvági, sum millum annað skal siga søguna um grønlandsútróðurin. Sí innslag her í KVF

Vága floghavn vil gjalda sama fermeturprís, sum Landsrætturin ásetti, fyri tað, sum er komið aftrat. Men hagaparturin krevur meira í endurgjaldi

- Fyri gott tveimum árum síðan varð skótalið Mikkjals á Ryggi endurstovnað og síðan tá, hevur rættulig ferð verið á virkseminum hjá skótunum

Summarferðaætlanin við trimum túrum er allar vikudagar frá 1. mai til 31. august

SÍ fekk óvæntaða mótstøðu frá Fleyr B

Árligi “SÍ-dagurin” var í Sørvági sunnudagin, har SÍ hevði boðið til flogbólt og hugna við tombola og øðru

Farna vikuskiftið var 4. grand prix kapping - Mynda Open - í høllini á Giljanesi. Hesa ferð var MBF vertur

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, harmast um, at kunningin ikki hevur verið nøktandi, nú fleiri føroysk ferðafólk eru strandað í Bergen á veg heim úr Berlin, skrivar KVF

- Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í Hólm komandi summar

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Sørvági setti met í fjør. Ferðafólkini vóru 431.079 í 2023, 1,6 prosent fleiri enn í 2019, skrivar KVF

1. januar yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn, og sostatt verða køkar og hvítvørur eisini við í vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli

Venjingar byrja aftur 4. januar í nýggjum hølum í Bygdarhúsinum í Miðvági

Guðstænastan nýggjársaftan við Marjun í Kálvalíð. Holgar Jacobsen syngur

- Saranja kendi seg beinanvegin væl umborð, hóast fyrstu vikurnar vóru ikki fríar fyri sjóverk, og hon varð væl móttikin av sínum starvsfeløgum

Tað vóru færri bilar enn tað plaga at vera í Rekkjukoyringini í gjárkvøldið í Vágum. Einir 130 bilar luttóku

- Ein A320 simulator er eitt stórt framstig fyri føroyska flogvinnu, og stuðlar hetta uppundir tann flogskúlan, sum Atlantic Airways longu hevur sett á stovn