Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Frá í gjár 26. januar, er samstarvið millum 07 Vestur og Thiago Pinto Borges endað. Leikarin er nú ikki longur partur av hópi felagsins, skrivar 07 Vestur á síni heimasíðu. Thiago ætlar sær at stevna 07Vestur

Sørvágs kommuna hevur á fundi 25. januar 2017 samtykt, at einki gjald verður tikið á ruskplássinum frá 1. februar 2017

Í meistaradeildini hjá monnum hevur Fleyr vunnið allar sínar dystir hagartil í vetur, men í kvøld gekk ikki longur. SÍ vann sannførandi 3-0

- Kravið frá fundarfólkunum til løgmans var, at hann beinanvegin tekur burtur bummgjaldið. Tað var undirstrikað, at tað er avgerandi at virða prinsippið, at avtalur skulu haldast

Fundur var í dag við løgmann um Vágatunnilin, sum valfeløg, vinna og borgarstjórar høvdu kallað inn til. - Vágatunnilin er komin hartil, at hann er útgoldin og skal tí bindast í landsvegakervið, og bummgjaldið avtakast

Fyri veður verður ikki flogið meira í kvøld, og tey bæði flogførini, sum eftir ætlan skuldu lenda í Vágum seinnapartin og seinni í kvøld, eru avlýst

Ferðavinnan var væl umboðað, tá ið dóttur Tróndur og Anitu Niclasen, Julia, gróv fyrstu skuffuna seinnapartin í dag

Soleiðis síggja smátturnar út, sum West Tech í Sørvági hevur teknað, og sum smápartafelagið Útsýnið ætlar sær at byggja í Bø, fýra í tali í fyrstu syftu, av tilsamans 19

Klokkan 15 seinnapartin í dag var farið undir at gera tær fyrstu 4 smátturnar í Bø

Sí vann 3 – 0 á Ternuni í dag í Sørvági. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, men í triðja setti gav Ternan SÍ skarpan gang, og endaði settið 25 – 23

Í dag hevur verið renning í Vágum, frá Sørvági og út til tunnilsmunnan, og her eru 41 myndir

19 ára gamli Hans Meinhard í Eyðansstovu, sum er uppvaksin í Mykinesi, hugleiðir um hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag

- men stóra flogfarið hjá amerikanska forsetanum sleppur ikki avstað aftur, tí tað er vøllurin í Sørvági ov stuttur til

- Lívsfarligt at koyra í Miðvági

- Eg gerist nakað so troytt av elituni, teimum vælbjargaðu, teimum ríku, teimum kongaligu

Sendarin í Gásadali koppaði í seinasta ódnarveðrinum, og hetta gjørdi at gásadalsfólk ikki sóu sjónvarpið hjá Kringvarpinum, men nú er hann komin upp at standa aftur

Myndirnar hjá sørvágsmálaranum Lasse S, sum vóru sera sjónligar í gomlu farstøðini á flogvøllinum, eru nú aftur komnar upp at hanga í nýggja terminalinum

Í hálkuni í gjárkvøldið fór hesin bilurin út av vegnum nakað heimanfyri FK í Miðvági

Sendarin, sum er beint við har sum komið verður úr Gásadalstunlinum á veg niðan, er koppaður og hetta hevur so gjørt at gásadalsfólk einki sjónvarp hava

Myndamaður okkara hevur verið ein túr runt í Vágum og tikið nakrar einastandandi vakrar kavamyndir

Tað er ikki koyrandi millum Kollafjørð og Hósvík og í Millum Fjarða í løtuni, har standa fleiri bilar fastir. Vegurin til og úr Vágum, Oyndarfjarðarvegurin og Selatraðarvegurin eru stongdir í løtuni

Tað er rættiliga fitt av vindi á flogvøllinum. Beint nú eru 23 m/s. Her er ein video-upptøka

Allir Bónus-handlarnir og Mylnurnar vera stongdar nú fyri veður. Latið verður upp í morgin

- Samgongan hevur á fíggjarlógini fyri 2017 kliniskt reinsað Vágar burtur av fíggjarlógini

Eitt ferðafólk hevur sent VP hesa myndina, saman við tekstinum, at flogfarið til Billund er nakað seinkað

Vegna ivasamt veður, koyrir skúlabussurin seinasta túr klokkan 12:35. Tí steðgar øll undirvísing tá, og børnini fáa frí, boðar Skúlin á Giljanesi frá

- Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum, stendur millum annað í einmælt samtyktum uppskoti frá 2002

- Fíggjarnevndin hevur játtað 300.000 krónur til prosjektering, og ein nýggjur bygningur er mettur at kosta einar 7-10 milliónir, og skal hann byggjast í Vágum, sigur Hans Jóhannus á Brúgv, stjóri, við Útvarpið

Vága Floghavn hevur í dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum

Marjus Dam: - Eg haldi at Henrik Old átti at tikið seg saman og avskaffa PF Vágatunnilin soleiðis at allir føroyingar gjalda veggjald fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin

Dráttur tók í kvøld ímóti Fleyr í landskappingini, meistaradeild kvinnur

Oddaliðið í kvinnudeildini Dráttur tekur í kvøld ímóti Fleyr í Høllini á Giljanesi kl. 19,30

Fram til og við 11. januar ber til at tryggja sær ein avsláttur upp á 20%, um ætlanin er at fara ein túr við Loganair til Aberdeen í summar

- Vi vilja so staðiliga heita á landsins politisku myndugleikar og leiðslu, at avtalan ikki verður brotin, sum segði, at tá ið tunnilin er goldin, skal hann handast landinum fyri einki, og bummgjaldið fella burtur

Tað gongur eitt sindur striltið at fáa veiðutølini skrásett á heimasíðuni "haran.fo". Serliga í Vágum mangla nógvir hagar

SÍ og ÍF leiktu ein dyst í Meistaradeildini hjá kvinnum í dag, ein javnur dystur sum SÍ vann 3 – 0. Settini endaðu 25 – 21, 26 – 24 og 25 – 18

Mánakvøldið 9. januar fer Vágakórið undir seinna hálvár. Vant verður í gomlu skúlaauluni á Giljanesi hvørt mánakvøld kl. 19.30 – 21.30

Tann 1. mars letur upp nýggj kafe í Miðvági. Tað er Kafe Manna sum hjúnini Hanna og Werner Nattestad fara at reka

19 ára gamli telvarin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur í dag tryggjað sær fyrsta IM-normin, sum er fyrsta stigið á leiðini at gerast altjóða meistari í talvi

Fyribils leigusáttmálin sum Sjóvinnustýrið hevur nú um hølini við Flogvøllin gekk út tann 1. november í fjør, men enn hevur Sjóvinnustýrið ikki funnið nakað høli í Vágum. Og stjórin hevur ikki góðar vónir um at finna nakað høli í Vágum

Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90,000 ferðafólkum. 292,393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016 og er hetta ein vøkstur á 5,8 % í mun til 2015

Tað er ikki nakar ógreiður og fløktur spurningur hjá fyrsta nevndarformanninum í bæði Pf. Vágatunnilin og Pf. Norðoyatunnilin, Klæmint Weihe, um ókeypis skuldi vera at koyra í tunlunum báðum, tá ið teir eru útgoldnir

Miðvingurin, Jegor Venned, hevur m.a. prýtt forsíðuna á heimskenda mótablaðnum Vogue

Nýggju borgarstjórarnir í Vága kommunu og Sørvágs kommunu høvdu sín fyrsta arbeiðsdag í gjár. Kringvarpið var á vitjan

Ian Joensen, vanliga nevndur ”Bónda Ian” í Miðvági, hevur í 2016 verið røktingarmaður á hagapartinum Norðaraleiti í 70 ár.

Í dag seinnapartin var fyri tólvtu ferð nýggarsrenning í Vágum. Hesaferð var runnið frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Bø

Sørvágs Country & Blues Festivalur 2017 verður í døgunum 08. og 10. juni á Dungasandi

Vit á VP ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár, og takka øllum okkara lesarum og viðskiftafólkum fyri árið, ið fór

Jólatræið í missiónshúsinum Libanon, Sørvágur, verður nýggjársdag kl. 16.00

Fyrireikingarnar eru í hæddini til nýggjárshaldið í Miðvági. Her eru fleiri myndir