Aimé Jacobsen fekk flestar atkvøður á Lista A í Sørvágs kommunu, og tí fekk hon eisini í boði at gerast borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Men hon fer at boða frá hvat hon ger við tað tilboðið seinnapartin í dag, sigur hon við VP.
- Hetta kom púra óvart á meg, at eg skuldi fáa so nógvar atkvøður, men vit fara at hava fund seinnapartin í dag, og tá fari eg at boða frá míni støðu, um eg taki av tilboðinum ella ikki, at gerast borgarstjóri, sigur hon í stuttari viðmerking við VP.
Tekur hon av, so verður hon samtíðis fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Sørvágs kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo