Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Av tekniskum trupulleikum eru hesar broytingar í flogferðsluni í dag

- Tað hava verið nakrir trupulleikar í morgun, so Mallorka-flogfarið, sum skuldi fara klokkan 7 er 4 tímar seinkað og fer nú klokkan 11, sigur stjórin í Atlantic Airways

Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi við o.u. 10 ára millumbili. Fuglarnir verða taldir eftir myndum, og í summar hava vit tikið myndir við eini dronu

Hevur tú sálarsjúku og ætlar tær lívstrygging ella aðra trygging, so kann tað vera trupult. Nógv sálarsjúk kunnu ikki stovna sær eina trygging

Húsini eru ein gamal skúli frá 1850, hava eisini verið brúkt sum gistingarhús og brúkt sum summarhús, og verða nú umvæld og skulu brúkast sum vanlig sethús

Meinigheitshúsið Saron í Sandavági og missiónshúsið í Miðvági hava, frá 1. august 2016, sett Richard H. Johansen sum ungdómsleiðara fyri felags-ungdómsbólkin í húsunum

Sir Cliff Richard, sum fór av landinum við Atlantic Airways seinnapartin í dag, 5. august, tók sær líka tíð til at heilsa uppá starvsfólk hjá Vága Floghavn, áðrenn hann fór ígjøgnum gate 3

- Eg gleði meg sera nógv til at hava konsert í Føroyum, sigur Cliff Richard í heilsan til føroyingar

Cliff Richard við fylgi lendi á flogvøllinum í dag kl. 15.15. Hann skal spæla á Summarfestivalinum hóskvøldið

Enska filmskvinnan Charlotte Rampling er í Føroyum í sambandi við seinastu upptøkurnar til Hollywood filmin, Submergence

Summartónar í Sandavágs kirkju, mikukvøldið 3. august kl 8. Danskur urguleikari spælur summartónar

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways settu met í juli, tá fleiri enn 42.750 ferðafólk flugu við rutuflogførum og tyrlum samanlagt. Higartil í ár hava 175.800 ferðandi flogið við rutuflogførum og tyrlum tilsamans, ið eru 8 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør

Í juli komu og fóru 42,955 ferðafólk umvegis Vága Floghavn, tað er ein vøkstur uppá 5,3% í mun til juli 2015. Higartil í ár eru sostatt 174,705 ferðafólk komin og farin um flogvøllin. Tað er ein samlað framgongd á 6%

Heimsins fyrsti nýggi sergjørdi avlúsingarflakin er komin á Miðvág. Tað er alifyritøkan Luna sum fær flakan, sum MEST hevur smíðað

- Meðan eg hyggi eftir tí sálmi, sum stendur ovast á talvuni, Nú skýnur sólin bjarta, grundi eg yvir, hví Føroya best umtókta ferðapláss er so illa útgjørt at taka mót ferðafólki

Tað heldur Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, nú ein triðingur av kommunulæknastørvunum í Føroyum ikki eru sett

U16 hjá 07 Vestur hevur útmerkað seg í Íslandi í hesum døgum. Í stórari kapping spældu teir nógv lið av vøllinum

Um 23 tíðina í gjárkvøldið fór hesin bilurin útav Vatnavegnum, tí bilførarin mátti halda av fyri seyði. Bilførarin, ein kvinna, boðaði sjálv løgregluni frá hendingini

Seinnapartin í dag var bjargingartyrlan eftir einum manni í Tindhólmi. Talan var um ein italienskan fjallaklintrara, sum var omandottin

Í gjár fekk Bygdar- og Ungmannafelagið Súlan í Mykinesi stólar og borð og annað mangt til sjálvt húsið, og í morgin klokkan 19 verður árligi aðalfundurin í snotuliga húsinum

Flogfarið við nærum 190 fólkum úr Estlandi fer avstað aftur klokkan 2 í nátt. Men næsta ár koma fýra flogfør

Tað er Fólkatónleikarastevna í Mykinesi, og eini 400 fólk hava leitað sær vestur til Mykinesar at njóta tónleik og gott summarveður

Miðnáttarløtan á Vestanstevnu í Sørvági var hugnalig og veðrið var av tí besta. Her eru fleiri myndir

Í gjár á middegi fekk løgreglan fráboðan um at bjargingarvestar, trygdarútgerð og fiskireiðskapur vóru stjolin úr einum báti á Flúgvarabedingini í Vágum

Kappróðurin á Vestanstevnuni í Sørvági var væleydnaður og fitt av fólki hevði eisini leitað sær vestur til sjálvan róðurin

Tað var sjáldsama vøkur luft í kvøld. Hesar myndirnar eru tiknar í Miðvági

Myndir av vinnandi kappróðrarbátunum eru lagdar í Myndasavnið

Úrslit frá kappróðrinum á Vestanstevnu

Tað er av allar fagrasta veðri á Vestanstevnu og bestu líkindir til kappróður

Seks floghavnir í danska ríkinum bjóða uttanríkisflúgving. Av teimum er Vága floghavn ein, og her er vøksturin størri enn nakra aðrastaðni

Vestanstevnumyndir frá setanini av Vestanstevnu, eru lagdar í Myndasavnið

Fyri stuttum fekk Jab adventure royndarloyvi at sigla runt um Mykines við ferðafólki

Um viðrar fara vit við gittara og sangi niðan á Vørðufelli at hugna okkum og at løða upp til setanina. Høgni Nielsen sigur frá søgum. Fráferð: Frá ídnaðarøkinum

Tað er ikki ofta at charter-flogfør seta seg á flogvøllinum í Sørvági við útlendskum gestum, men beint eftir miðnátt í gjárkvøldið kom eitt úr Tallin við 180 ferðandi, sum skulu steðga í Føroyum í 5 dagar

P/F Vága Floghavn hevur fyrr í dag undirskrivað sáttmála við J&K Petersen Contractors P/F um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin

Leygardagin 9. juli, fara 50 bátsmanningar at rógva 5. FM-róðurin í ár. Harumframt vera eisini 25 barnamanningar við. Tilsamans 75 bátsmanningar

Á hvørjum ári á Vestanstevnu skipar Ítróttarfelagið Frælsi sum vant fyri Vestanstevnurenning. Í ár verður Vestanstevnan í Sørvági 8. og 9. juli

Egon Simonsen hevur allan juli mánaða framsýning í Eik banka í Miðvági av modellskipum

Bjargingartyrlan hevur gjørt fýra túrar seinasta samdøgrið, og talan var um fýra sjúkraflutningar

Ferðafólkatølini hjá Atlantic Airways ganga framvegis uppeftir. Higartil í ár hava 127.600 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 7 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør

Reika Adventures við Jóhannus Hansen úr Sandavági skipaði fyri túrinum. Tveir mans og ein kvinna úr Nýsælandi rapellaðu niður Trælanípuna

Í dag hevur eitt flogfar hjá Lufthansa verið á Vága Floghavn

Móttsøðuliðið, sum NSÍ skal møta á heimavølli í morgin, Shakhtyor Soligorsk, lendi fyrr í dag á flogvøllinum í Vágum

Í eina tíð hevur Vága kommuna arbeitt við einum nýggjum sethúsaøki við Stóraklett í Sandavági. Í fyrstu atløgu vera tað 11 grundøki til sethús á økinum

Í gjár giftust Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelg, og Jakobina Ellingsgaard. Í dag, 19. juni, hava tey opið hús í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági frá kl. 16.00

Lutaseðlasøla til frama fyri Námsferð til Skotlands, hjá 7. flokki í Sørvágs skúla, eru nú drignir og vinnarar eru

Fyri løtu síðani fór Dortningin avstað aftur til Danmarkar, eftir eina sera væleydnaða vitjan í Føroyum

P/f Vága floghavn spardi tríggjar milliónir krónur, tí Vinnumálaráðið royndi sakarmálið móti hagapartinum Ytra Suðurtriðingi í Sørvági, í Landsrættinum

Landsrætturin hevur nú viðgjørt málið um hagapartin Ytra Suðurtriðing í Sørvági. Landsrætturin hevur boðað frá, at dómurin er klárur klokkan 8.45 í morgin

Vesturleiki er nú komin til Nuuk, og skal taka móti svartkalva í Umanak fyri Royal Greenland