TB-kapping í flogbólti fyri ungdómsdeildir var í gjár, har SÍ vann 4 gull og ÍF vann 1 gull. Í dag er kidsvolly.
TB skipar um vikuskiftið fyri flogbóltskapping fyri tey yngru. Spæl hevur verið í Trongisvági, Hovi og á Tvøroyri. Við í kappingini hava verið lið úr TB, Fleyr, Drátti, ÍF, Mjølni, KÍF og Sí.
Í gjár var kappast í 5 deildum, har SÍ var førandi. SÍ vann kappingina hjá gentum 12 ár og dreingjum 12 ár. SÍ vann eisini kappingina hjá dreingjum 14 ár og hjá mansunglingum. ÍF vann kappingina í kvinnuunglingum.
Í dag verður kappast í kidsvolly.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo