Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag er helst fyrsti dagur at bátar eru farnir eftir havhesti. Fleiri bátar fóru avstað tíðliga í morgun

Seinkingar eru í flogferðsluni í dag, tí tekniskt brek er staðfest á einum flogfari hjá Atlantsflogi. Eftir viðlíkahaldið seint í gjárkvøldið varð staðfest, at ein pakningur var farin í nasahjólinum á flogfarinum, ið nevnist Elinborg, skrivar Kringvarpið

 

SEV hevur sett upp tvær løðistøðir á flogvøllinum, og nú ber til at løða fýra elbilar í senn á flogvøllinum

- Tímatalið er alt, alt ov lágt. Næmingarnir, sum ikki duga føroyskt, eru mín ringa samvitska hvønn dag, sigur Jón Eli Ole-Jacobsen, ið er lærari í Sørvágs skúla

Sunnudagin hin 3. september kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og sóknarprestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka

Barið kom á Miðvág í morgun úr Danmark, har báturin hevur ligið eina tíð. Umvælingar skulu gerast á verkstaðnum hjá J. K. Joensen & Soni, áðrenn kósin verður sett móti Grønlandi at fiska

- Borgarstjórin í Klaksvík hevur sum formaður í Landsstýrismálanevndini blástemplað ætlanina hjá Henrik Old, og harvið hevur hann mist tað vald hann átti at havt at stríðst saman við vágafólki og norðoyingum!

Eftir 83 ár í útlegd hevur motorbáturin Heimdal aftur fingið heimstað í Miðvági. Tað er Áhugafelagið Heimdal, sum hevur tikið stig til at keypa motorbátin aftur til bygdina

 

Fólk, sum hava ráð at ferðast ofta við Atlantic Airways, fáa nú sersømdir til eitt nú ókeypis mat og drekka

- Fyri Føroyar er gott at undirsjóvartunlarnir eru komnir, so vit nú koyra heldur enn sigla. Politiska skipanin má fylgja við, so samfelagið fær fulla nyttu av tunlunum báðum. Tað kann ikki verða rætt at innføra økisappartheid í Føroyum

- Hvussu kann ein landsstýrismannanevnd koma til ta niðurstøðu, at útveganarkostnaðurin í P/f Vágatunlinum fevnir um ALLAN kostnaðin umframt viðlíkahald, nýgerð o.a.m.?

Nýggji frakt-scannarin avloysir gamla frakt-scannarin, sum er frá 2003. Tann gamli scannarin var 100*100cm; ímeðan tann nýggji scannarin er 145*180cm

- Tá ið tunnilin er útvegaður partvíst við láni og partvíst við partapeningi, er talan sostatt ikki bert um, at lánini skulu gjaldast aftur, men at allur kostnaðurin av at útvega tunnilin skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin

 

- Málið hjá svimjilærarunum er, at næmingarnir skulu duga at svimja longu á jólum fyrsta skúlaárið; hetta hepnast í allar flestu førum, sigur Jens Mortan Rasmussen, ið er ein av svimjilærarunum í Sørvágs skúla

Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at hava telefonfund við skandinaviska flogfelagið mánadagin

Útbyggingin av størsta parkeringsøkinum í landinum við flogvøllin í Sørvági, gongst væl

Fróði Poulsen hevur myndaframsýning á Sýnisglugganum hjá Betri í Miðvági

- Og vit fara at spara einar 15 minuttir hvønn vegin, sum so gevur ein hálvan tíma hvønn túrin, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum sær stórar fyrimunir við einum tunli sum kemur út í Vatnsoyrum, so tað slepst undan at koyra gjøgnum bygt øki við stórum treylarum

Øll vinnan í Vágum er ikki samd í, at tað ikki er ein fyrimunur við einum tunli sum kemur út í Vatnsoyrum ístaðin fyri at koyra gjøgnum bygdirnar, tí sigur borgarstjórin í Vága kommunu, at hon sipaði til handilsvinnuna í bygdunum

Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur ikki at neyðugt er at gera ein tunnil sum kemur út í Vatnsoyrum. - Teir fimm minuttirnir sum spardir vera, eru dýrir, eisini fyri vinnuna í økinum

- Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast at grundarlagið verður tikið undan teimum fáu, sum rógva út vestanfyri, sigur Jørgen Niclasen

- Góði Henrik Old og politikarar allir: Farleiðin um Miðvág, Sandavág og Hálsin er ein stór skomm - latið nú P/F Vágatunnilin sleppa í gongd at gera tunnilin millum Vatnsoyrar og Fútaklett!

Seinnapartin kom bretski ráðharrin Michael Gove við Høgaberg á Miðvág, eftir at hava fundast umborð, fyrst við umboð fyri vinnuna og síðani við fiskiráðharran Høgna Hoydal

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000 juli 2017 fer í søguna sum tann einstaki mánaðin, sum hevur givið nógv flest ferðafólk til og frá Vága Floghavn. Í juli komu og fóru 51.765 umvegis flogvøllin

Soleiðis ber eisini til at halda frí

Um níggju tíðina í kvøld kom bretski ráðharrin Michael Gove til Sørvágs, og var millum annað føroyski fiskiráðharrin Høgni Hoydal og tók ímóti á flogvøllinum í Sørvági

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000 limir í skipanini

OY-RCI, sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum

Umhvørvisstovan hevur matrikulerað grundstykkini við Stóraklett í Sandavági. Talan er um 11 grundstykkir, sum øll eru umbiðin

Síðstu vikurnar hevur grønlandska skipið Narluneq ligið á Miðvági. Smiðjan hjá J.K. Joensen í Miðvági hevur umbygt skipið til línu og garnaveiðu, samstundis sum nýggj fiskiútgerð er sett upp

Útimøti í Viðurbyrginum i Bø kl 16 sunnudagin. Vitjan úr KFUM & K úr Klaksvík, sum fara at syngja og tosa

Ungi sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen telvaði so væl í altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði, sum endaði nú um dagarnar, at hann ognaði sær ein sokallaðan IM-norm fyri avrikið

Tað er neyvan komið fyri fyrr, at átta fløgg hava bleiktrað í lotinum, tí fýra hús eru reist sama dag í Bø. Men í gjár hendi tað so

Flestu sperrurnar vóru komnar á summarhúsini í Bø seinnapartin í dag og á tí eina var flaggað. Tað hevur verið nakað nógvur vindur í dag og tað hevur møguliga darvað arbeiðinum

Nú er komið nakað áleiðis at summarhúsini í Bø, hjá smápartafelagnum Útsýnið, standa reist og innilokað. Her eru nakrar myndir frá í dag

Fýra tær fyrstu smátturnar hjá felagnum Útsýnið, verða reistar einarferð seinnapartin í morgin

Tað er bókin, Framtíðarvónir, sum David Johannesen, prestur, hevur skrivað

Leiðslan í Zarepta hevur gjørt av, at føroyafólk skal fáa høvið at uppliva Zarepta á 50 ára degnum, og síggja og hoyra hvussu arbeiði byrjaði í smáum við næstan ongum fíggjarligum midlum

Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar frá 1. august 2017

Teir seinastu róðrarnar var einki ljóð og eingin mynd frá bátinum, sum frásøgumaðurin Suni Merkistein var við, og tað tók nakað nógv av spenninginum sum annars plagar at vera, tá ið kappróðurin verður útvarpaður

Tað verður við einum øðrum skipara enn Brandur Joensen úr Miðvági, tá ið Gadus fer avstað aftur nýggjan túr. Eftir 37 ár á brúnni, fyrst sum avloysari, gevst Brandur Joensen, skipari

Leygardagin 15.juli fara 72 bátsmanningar at rógva 6. FM-róðurin í ár á Vestanstevnu í Miðvági

Bíggjarmaðurin og varapolitiiinspektørurin Jógvan Páll Joensen er frá 1. august 2017 sjefpolitiinspektørur í Føroyum

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu renningini á Vestanstevnu, sum í ár verður hildin í Miðvági í døgunum 14. til 16. juli

VP skrivaði herfyri um stórfingna gávu sum Krígssavnið í Vágum hevði fingið úr Íslandi, og í kvøld var Kringvarpið á vitjan á Krígssavninum. Hoyr Karl Jóhan Nielsen greiða frá

Henda súkklan var stjolin í Vatnsoyrum fyri um 14 døgum síðani, og í dag fekk eigarin at vita, at sama súkkla var brúkt í sambandi við stuldur í FK-handli í Havn

Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út úr landinum. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar teir komandi dagarnar

Tað er av allar fagrasta veðri í Vágum aftur í dag - sólin bakar oman og niðan

Stórur áhugi er fyri Føroya vakrasta hálvmaratonni og longu nú er útselt hóast markið fyri luttakarum er flutt úr 300 luttakararum í fjør til 500 luttakarar í ár

Sverri Nielsen róði sína fyrstu World Cup kapping fyri løtu síðani. Hann gjørdist nummar fimm í kapingini. Kringvarpið hevur tosað við hann