- Kommunurnar í Vágum vilja hervið harðliga mótmæla, at ætlanin er at skerja løgregluna í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi, siga Vága kommuna og Sørvágs kommuna.
- Vit í oynni hava stórar avbjóðingar. Flogvøllurin liggur her vesturi. Eisini vita vit um, at sera nógv rúsevni er millum ungdómin í oynni.
- Ein avbjóðing, sum løgreglan higartil ikki hevur maktað og sum hevur kostað okkum, at vit hava mist ungdóm til rúsevnismisnýtslu og vandin er stórur fyri, at vit missa fleiri.
- Kommunurnar vilja hervið alment heita á Fútan um at koma á fund við borgarstjórarnar skjótast gjørligt, so vit kunna greiða nærri frá støðini her vesturi og frá tørvinum á løgregluni í oynni, siga báðar kommunurnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo