Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Er tað aðrastaðni í landinum, at brek á ein einsamallan kaðal kann kvetta alt samband við umheimin?

Hetta hendir týsdagin í næstu viku

Men mánaðarlønt kunnu hinvegin síggja fram til eina lønarhækking á 0,45%

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag varð Torbjørn Jacobsen valdur sum formaður, og Heðin Mortensen varð valdur næstformaður

Sjúrður fremsta fólk í Artisku sendinevndini í Fólkatinginum, sum eitt nú arbeiðir við trygdarpolitikki og umhvørvisvernd

Tá ið nýtt løgting er valt, velur løgtingið millum limir sínar fýra løgtingsgrannskoðarar eftir lutfalsvali

Nú danir frá komandi ári vilja strika dýra biðidag, er føroyski álmanakkin tann einasti í heiminum, har fjórði fríggjadagur eftir páskirnar er heiligdagur og frídagur

Havnin er nú komin á topp 30-listan yvir burðardygg ferðamál. Hetta verður staðfest í úrslitinum í sokallaðu GDS-skrásetingini fyri 2022

Tað sigur í øllum førum Løgmansskrivstovan í nýggjari eftirmeting

Borgarstjórin kallar útsøgnina hjá Bjarna Kárason Petersen primitiva

Andstøðuflokkarnir niðri eru ikki fegnir um, at stjórnin ætlar at avtaka dýra biðidag fyri at raðfesta verjumál

- Vit hava givið loyvi til vakmyndatól, um onkur hevur gloymt at gjalda fyri brennievni, men um eg verði sorlaður sundur í býnum, so hevur tað minni týdning, at vit prógva tað

Republikanski Kevin McCarthy er nýggjur formaður í Umboðsmannatinginum í USA. Hann varð í nátt valdur við 216 atkvøðum. Mótstøðumaðurin, Hakeem Jeffries úr Demokratiska flokkinum fekk 212 atkvøður

Hervør Pálsdóttir varð á tingbólkafundi í gjár vald til virkandi næstforkvinnu í Tjóðveldi, nú Sirið Stenberg umboðar flokkin í landsstýrinum

Í nógv ár hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi arbeitt fyri at tryggja játtanir til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi, og á donsku fíggjarlógini 2020 vórðu seinast játtaðar 25,5 mió. til endamálið

Anna er formaður og Sjúrður er næstformaður

Fyrsti grein 52 fyrispurningurin er komin í tingið

Tað hava amerikanski forsetin Joe Biden og týski kanslarin Olaf Scholz boðað frá í eini felags fráboðan

Tað var um seks-tíðina í kvøld, at Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, almannakunngjørdi, hvør kemur at manna tær ymsu nevndirnar í løgtinginum komandi valskeið

Og Bjarni Hammer verður formaður í uttanlandsnevndini. Í landsstýrismálanevndini verður Hans Jacob Thomsen formaður

Umframt framløgu er ymiskt praktiskt í samband við nýggju tingmanningina at fáa frá hondini

Innanhýsis stríð hjá republikanarunum ger, at teirra høvuðsvalevni ikki fær nóg nógvar atkvøður

Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjórar í landsfyrisitingini

Kovid-19 eftirmetingin, sum Løgmansskrivstovan hevur arbeitt við seinastu mánaðirnar, er liðug og verður løgd fram fyri miðlunum næsta mánadag 9. januar kl. 10 á Hotel Hafnia

Í sambandi við 50 ára dagin verður skipað fyri almennari móttøku í Høllini á Hálsi 3. februar 2023, og tann 25. februar skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri almennari fagnarkonsert í Hátuni

- Hvussu ber tað til, at tey sum settu sum krav, at “munandi” partur av hesum pengunum skuldu beinast burtur, nú bara vilja minka blokkstuðulin við 1/25 av “nøkrum fáum promillum” um árið?

- Vit takka nú fyri árið 2022. Eitt ár, sum varð merkt av mongum ófrættakendum, bæði úti og heima. Eitt ár, sum í politikki varð merkt av mongum ósemjum og óloystum arbeiði – og av tveimum valum í Føroyum

Næsta hósdag, 5. januar 2023 klokkan 11, verður fyrsti tingfundur hjá nývalda løgtinginum eftir fundin 22. desember, tá ið løgtingsforkvinna og løgmaður vórðu vald

Komandi skeiðið verður tað Djóni Nolsøe Joensen umboðandi Javnaðarflokkin, sum verður landsstýrismaður fyri virkisøkið hjá Granskingarráðnum

Ukrainski uttanríkisráðharrin Dmytro Kuleba sigur í eini samrøðu við AP, at Ukraina ynskir ein friðartoppfund í februar mánaði næsta ár

Miðflokkurin skuldi hildið fram í gomlu samgonguni, tá Jenis av Rana varð koyrdur frá, heldur Bill Justinussen, sum fall á valinum eftir 20 ár í politikki

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum, hevur í dag givið leiðsluni í fólkakirkjuni boð um, at sammøður sum rættarlig foreldur kunnu geva sínum børnum sítt eftirnavn sambært navnalógini

- Tá so endiliga okkurt, sum minnir um konkretar ætlanir, verður nevnt, so er heldur ikki tað trygt. T.d. lesa vit um lækkan av ríkisveitingini, men beinanvegin verður ein trygdarventilur settur inn fyri at tryggja at neyvan nakað hendir

Dennis Holm sigur, at tá ið hetta samgonguskeiðið er hálvrunnið skal borurin setast í Suðuroyartunnilin, meðan Ruth Vang sigur, at nógv fer at verða sagt í hesum samgonguskeiðinum

- Reglurnar fyri antitrust verða endurskoðaðar til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum hondum, stendur í samgonguskjalinum

Fíggingina finna vit, segði Dennis Holm

Fleiri av varafólkunum hava ikki verið í landspolitikki áður

- Nú samgonguskjalið er lagt fram, er greitt, at nýggja landsstýrið stuðlar arbeiðinum og málsetningunum hjá ÍSF. Tað fegnast vit um, tí tað tryggjar føroyskum ítróttalívi góðar karmar

Og í formansskapinum í løgtinginum

Øll níggju landsstýrisfólkini búgva annahvørt í høvuðsstaðnum ella í Vági

Og Høgni Hoydal fær uttanríkismál. Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur kunngjørt, hvørji tey eru, sum koma at sita í landsstýrinum

Tjóðveldi fær løgtingsforkvinnuna í nýggja valskeiðnum. Hetta er greitt, eftir at tingið varð sett í dag

Samgongan ætlar sær at yvirtaka málsøkini loftrúm, vitaverk, sjórættur og farsóttarlóggáva, og afturat hesum verður farið undir at fyrireika yvirtøku av landslæknaembætinum

Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava skrivað undir nýtt samgonguskjal sum er galdandi næstu fýra árini. Les alt samgonguskjalið her

Javnaðarflokkurin fær fýra málsøki í nýggja landsstýrinum, Tjóðveldi fær trý, og Framsókn fær tvey. Javnaðarflokkurin fær løgmann, Tjóðveldi fiskivinnumál, og Framsókn fær fíggjarmál

CEF-flokkarnir eru komnir ásamt um at minka ríkisveitingina úr Danmark 25 milliónir krónur um árið tey næstu fýra árini

Móttøka verður fyri nýggja landsstýrinum í Tinganes í morgin klokkan 14. Áðrenn hetta verður tíðindafundur í morgin árini klokkan 8.45, har samgonguskjalið verður lagt fram

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, andstøðuflokkarnir anno 2019-22, eru komnir ásamt um at skipa nýggja samgongu. Hetta gjørdist greitt um midnáttarleitið í nátt. Andin í samgonguskjalinum er tann sami sum í 2015, verður sagt

Tvørturímóti! Russiski forsetin Vladimir Putin slær fast, at tann serliga hernaðarliga atgerðin í Ukraina kemur at halda fram, til málini eru rokkin