Løgtingsfundurin, sum skuldi vera í dag, er fluttur til týsdagin í næstu viku.
Eittans mál er á skránni til fundin, og tað er framløga.
Á tingfundinum kemur væntandi uppskotið hjá landsstýrinum um meirvirðisgjald og elbilar.
Harumframt kemur eisini uppskotið um at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tað verður sama uppskot, sum undanfarna landsstýri kom við í løgtingið, skrivar Kringvarpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo