Tað hava amerikanski forsetin Joe Biden og týski kanslarin Olaf Scholz boðað frá í eini felags fráboðan, skrivar dr.dk.
USA fer at útvega ukrainum Bradley-stríðsvognar, meðan Týskland fer at útvega teimum Marder-stríðsvognar.
Hetta eru lættir stríðsvognar.
Bæði londini ætla at veita ukrainum upplæring í, hvussu ein nýtir hesar stríðsvognarnar, stendur í felags fráboðanini.
Hetta hendir, eftir at Frakland í gjár tók somu avgerð um at senda lættar stríðsvognar til Ukraina.
USA og Týskland sláa í aðrar mátar fast, at tey fara at hjálpa Ukraina búskaparliga, hernaðarliga, humanitert og diplomatiskt, so leingi tørvur er á tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo