Kovid-19 eftirmetingin, sum Løgmansskrivstovan hevur arbeitt við seinastu mánaðirnar, er liðug og verður løgd fram fyri miðlunum næsta mánadag 9. januar klokkan 10 á Hotel Hafnia.
Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá í tíðindaskrivi.
Fyrsti koronatilburðurin í Føroyum varð staðfestur tann 4. mars 2020, og átta dagar seinni, tann 12. mars 2020 varð gjørt av, at Føroyar skuldu niður í ferð.
Hin 28. februar í fjør, tá ið føroyingar góvust við at hópkanna fyri korona, høvdu tilsamans 34.648 føroyingar fingið staðfest COVID-19 við pcr-kanning.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo