Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

ÍSF: Nú samgonguskjalið er lagt fram, er greitt, at nýggja landsstýrið stuðlar arbeiðinum og málsetningunum hjá ÍSF. Tað fegnast vit um, tí tað tryggjar føroyskum ítróttalívi góðar karmar.

Nýggja samgonguskjalið staðfestir púra greitt, at »ítróttur og ítróttafelagsskapir skulu hava góðar karmar.«

Hetta er ein greið og bindandi orðing, sum ivaleyst er grundað á eina fatan av, at ítrótturin hevur ósigiliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Seinasta árið hevur ÍSF arbeitt miðvíst við at leggja eina langtíðarætlan fyri allan føroyskan ítrótt, og tí er tað sera gleðiligt, at nýggja landsstýrið í samgonguskjalinum slær fast, at: »Arbeitt verður í samsvari við langtíðarætlanina hjá ÍSF, har bæði breidd og úrval fáa stóran ans og góðar treytir«.

Hetta gevur okkum politiskan stuðul til at halda fram við arbeiðinum, vit hava sett út í kortið, har ÍSF saman við sambondunum vil lyfta støðið á øllum føroyskum ítrótti.

Eftir at ÍSF í longri tíð hevur víst á, at játtanin at kalla hevur staðið í stað seinastu mongu árini, hóast virksemið – bæði innanlands og altjóða – er vaksið, fær tað avgerandi týdning fyri føroyskan ítrótt, at nýggja samgongan skrivar soleiðis: »Arbeiðast skal fyri at hækka rakstrarstuðulin til ÍSF og styrkja altjóða luttøku. Landið luttekur við parti av íløguni í ítróttamiðstøðir.«

Vit vóna, at hetta longu fer at síggjast aftur á komandi fíggjarlóg, tí í løtuni eru fleiri sambond, ið virka við undirskoti. Tað er ikki ein haldbar støða, og tørvurin á hægri játtan er sera stórur. Fólkatalið veksur jú støðugt, og tað sæst eisini aftur í íðkaratalinum. Hartil standa føroysk ítróttafólk seg støðugt betur í altjóða kappingum, og tað kostar nógv at vera við millum tey bestu.

Eisini fegnast vit um, at landsstýrið áhaldandi staðfestir, at: »Arbeitt verðir framhaldandi fyri føroyskari luttøku í IOC.«

Fáa Føroyar eitt sjálvstøðugt pláss í altjóða ítróttarsambandinum, fer tað at lyfta føroyska støðið ómetaliga nógv. Tað síggja vit í teimum greinum, sum longu hava vunnið sær altjóða luttøku.

ÍSF gleðir seg til eitt gott og tætt samstarv við nýggju samgonguna, og vit ynskja blíðan byr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo