Fólkatingið hevur valt føstu nevndirnar eftir valið, og á yvirliti á heimasíðuni hjá Fólkatinginum sæst, at Anna Falkenberg úr Sambandsflokkinum er formaður í nevndini og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum er næstformaður.
Ein triði føroyingur er eisini limur í nevndini, tað er Sólbjørg Jakobsen sum hevur fastan bústað í Danmark og er vald í Fólkatingið fyri Liberal Alliance.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo