Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at kommunurnar standa saman og leggja seg eftir at tala við einari rødd, sigur nýggi formaðurin.

Á stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag varð Torbjørn Jacobsen valdur sum formaður, og Heðin Mortensen varð valdur næstformaður. Fráfarandi formaðurin takkaði fyri seg og legði dent á úrslitini hjá felagnum seinastu tvey árini.

- Kommunufelagið hevur loyst fleiri stórmál hesi bæði árini. Her hugsi eg serliga um, at vit hava fingið lagt fastar karmar um framtíðina hjá SEV, sum er ein heilt avgerandi kommunalur felagsskapur fyri okkum øll. Somuleiðis hava vit tikið málið um óljóð frá skipum í álvara og gjørt eina felags reglugerð, sum er munagóð, og sum allar kommunur fylgja.

Nýggi formaðurin takkaði fyri álitið og vísti á, at stórmálini fyri framman krevja gott arbeiðslag í Kommunufelagnum.

- Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd og vavi, men vit hava kortini megnað at standa væl saman hesi seinastu árini. Tað hevur sera stóran týdning at halda fast við góða arbeiðslagið. Stórmál liggja fyri framman, sum kunnu hava sera stóra ávirkan á kommunala geiran. Og tá mugu vit halda fram við at tala við einari rødd, segði Torbjørn Jacobsen.

Broytingin í formansskapinum er partur av einari politiskari avtalu í felagnum. Tá ið stýrið í Kommunufelagnum skipaði seg eftir seinasta kommunustýrisval, varð avgjørt, hvussu formansskapurin í felagnum skuldi síggjast út komandi fýra árini.

Avtalað varð, at Heðin Mortensen var formaður fyrru helvt av valskeiðinum, og Torbjørn Jacobsen var næstformaður. Seinnu helvt av valskeiðinum var avtalað, at Torbjørn Jacobsen skuldi verða formaður, og Heðin Mortensen skuldi verða næstformaður. Hendan avtalan var í dag formliga avgreidd við tveimum einmæltum samtyktum í stýrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo