Dennis Holm hevði ikki sitið leingi í sessinum sum landsstýrismaður í fiski- og samferðslumálum, tá lyftið kom frá honum um ein tunnil til Suðuroyar.
Hann er fyrrverandi borgarstjóri í Vági har hann eisini hevur sín vasta bústað, so tí er neyvan nakað at ivast í, at fast samband til Suðuroynna liggur frammarliga hjá honum.
Í beinleiðis viðtali við útvarpið hjá Kringvarpinum segði hann, at sett verður á at bora í hesum valskeiðnum.
Spurdur hvussu tunnilin skuldi fíggjast svaraði hann, at tað fór at verða funnin ein loysn uppá tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo