Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Russiski forsetin Vladimir Putin slær fast, at tann serliga hernaðarliga atgerðin í Ukraina kemur at halda fram, til málini eru rokkin. 

Putin ásannaði í eini røðu í dag, at herbúgvingin av fleiri soldátum til kríggið móti Ukraina hevur rent seg í serligar trupulleikar.

Hann lovaði tó hernaðarligu leiðarunum, sum lýddu á, fullan stuðul.

- Russiski herurin skal fáa alt, sum hann biður um, segði forsetin. 

Putin helt eisini fyri, at Russland kemur at halda fram við at styrkja um atomtilbúgvingina.

Hetta skrivar nrk.no.

Kríggið í Ukraina byrjaði tann 24. februar í ár, tá ið Russland gjørdi innrás í landið.

Sambært ST hava næstan 7.000 sivilfólk latið lív undir krígnum og uppaftur fleiri soldátar, bæði ukrainskir og russiskir.

Longu í november metti amerikanski herovastin Mark Milley sambært BBC, at okkurt um 200.000 soldátar hava latið lív av krígnum - umleið 100.000 ukrainar og 100.000 russar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo