Javnaðarflokkurin fær fýra málsøki í nýggja landsstýrinum.
Tey eru:
Løgmaður
Heilsumál
Umhvørvismál og orka - herundir arbeiðsmarknaður og bústaðarmál
Barna- og undirvísingarmál, ið verður eitt nýtt aðalráð
Tjóðveldi fær trý málsøki (umframt løgtingsforfólkið):
Almannamál- og mentan
Uttanríkismál- og vinnumál
Fiskivinnumál, herundir búnaðarmál
Tjóðveldi fær eisini samferðslumál, sum verður býtt millum tey trý landsstýrisfólkini.
Framsókn fær tvey landsstýrisfólk:
Fíggjarmál
Løg- og innlendismál
Blokkurin minkar eftir ætlan 25 milliónir krónur um árið hesi næstu fýra árini. Hetta er fyrstu ferð síðan 2001, at ríkisveitingin minkar. Tá var tað fullveldissamgongan AED við Karsteni Hansen sum fíggjarmálaráðharra, sum minkaði um blokkin við 366 milliónum krónum.
CHE-samgongan, sum kom til í 2008, ætlaði eisini at minka um blokkin - við 117 milliónum krónum.
Men tann samgongan helt í minni enn eitt ár, so tí varð tann blokkniðurskurðurin av ongum.
Síðan tá hevur ríkisveitingin verið fastfryst í fleiri umførum, frá 2002-08, 2008-11 og frá 2015-22.
Nýggja samgongan hevur gjørt av, at versna tíðirnar, og tað verður afturgongd í samfelagnum, so skal avtalan um ríkisveitingina endurskoðast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo