Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Javnan er spurningurin um barsilgjaldið til umrøðu og oftast verður sjóneykan sett á, at útgjaldið er ov lágt og eigur at verða hækkað. Hesum er Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, samdur í

Uppskot til eykajáttan til høli til MR-skannarin er lagt fram har biðið verður um 1,3 milliónir krónur so farast kann undir at fyrireika hølini longu í hesum mánaðinum

- at tøkugjøld skula fylla 90 prosent av tjakinum um alivinnuna

- Hetta eigur at gerast í samstarvi við eitt nú Føroya Sílaveiðifelag og teirra stóra sjálvbodna arbeiði, við kommunur og aðrar stovnar og partar, ið varða av

- Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn uppá 20.000 kr.?

- Í samráð við Trygdargrunn Fiskivinnunnar er minstulønin nú hækka, soleiðis at minstulønin fer frá at verða 1.100 kr. um dagin til at verða 1.275 kr. um dagin

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í morgun verið á fundi við ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen í Brússel

Jørgen Niclasen í løgtinginum seint í gjárkvøldið: - Fíggjarlógin gevur eina mynd av spinklum yvirskoti á 6,5 mió. kr., men bara stutt gjøgnumgongd vísir eitt hall á yvir 100 mió. kr.

- Eitt innslag í útvarpstíðindunum í kvøld fær tað at ljóða sum um, at játtanin hjá Fróðskaparsetrinum verður skerd munandi til komandi ár

- Nú frættist í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina, at bert eitt barn er eftir á stovni í Danmark

- Nú Føroyar hava gjørt fiskiveiðiavtalur við Russland og Noreg um fiskiskapin í Barentshavinum er greitt, at føroysk skip komandi ár kunnu fiska tilsamans 18.848 tons av botnfiski í Barentshavinum

- Beinleiðis kostnaðurin fyri landskassan av at rinda aftur mvg til el-bilar og hitapumpur kann roknast við at vera um 50 mió. kr. tilsamans í komandi fíggjarári

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12%

Myndirnar av pólska politikaranum Grzegorz Braun við eldsløkkjaranum eru farnar út í hvønn krók í heiminum, í eini tíð við vaksandi antisemitismu

- Tíggjunda hvørt sekund nevndi løgmaður Fólkaflokkin, ein flokk sum hann ikki vil samstarva við

Fíggjarlógin fyri 2024 hevur minni avlop enn fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevði, tá ið tað varð lagt fram. Tá søgdu forfólkini í táverandi andstøðuflokkum hetta

- Ein grundarsteinur undir at hava eitt haldført samfelag er, at vit hava nakrar skipanir, sum tað standa meira enn 17 tingfólk aftanfyri

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ávara staðiliga ímóti, at samgongan økir fíggjarligu byrðuna við útvið 416 mió. kr. í 2024

Tað segði Bárður Nielsen, tá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at avtaka mótrokningina í pensjónini var til aðru viðgerð í gjár

- Vit hava gjørt nógvar góðar og neyðugar raðfestingar serliga á vælferðarøkinum, samstundis sum vit hava víst varsemi í rakstrinum

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við VØRN gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023

Eisini fáa teir longda talutíð, so røðurnar kunnu vera á móðirmálinum umframt á donskum

Forsetin í USA, Joe Biden, heldur fram at veita Ísrael sín fulla stuðul í krígnum móti Hamas

Nú er revsivert at fremja kynsliga avnoyðslu ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynslig brotsverk

- Hevur landsstýrið nakra ábending um, hvør avleiðingin hevur verið fyri føroyskt vinnulív orsakað av havnastongslinum? Um ja, er man til reiðar við nakrari hjálp?

- Hevði tað verið til neyðstødd, so hevði eg skilt tað, men at senda 25 milliónir aftur til Danmarkar fyri at standa her og breggja sær av tí, skilji eg ikki

- Arbeiðið við at seta eina slíka miðstýrda pantskipan saman í verki og fáa lógarverkið hesari viðvíkjandi smíðað, hevur víst seg at vera so orku- og tíðarkrevjandi, at tað hevur tikið tað mesta av 2023 at fáa upp á pláss

- Eg spyrji, hvussu verður hetta fíggjað

- Føroyar rinda ein heilt heilt heilt heilt heilt øgiliga høgan prís fyri at fáa atgongd ... fyri at fáa rættin til fiskin í Barentshavinum

- Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum um orkuískoytið, men mæla samgonguni ístaðin til at gevast við at leggja eyka byrðar og avgjøld á føroysku húsarhaldini

- Sitandi samgonga hevur slept øllum ætlanum um Vakstrarforum. Ístaðin førir hon ein vinnuræðandi avgjaldspolitikk, har hægri gjøld á vinnu og borgara skulu fíggja gyltu vallyftini og hallið á fíggjarlógini

- Eru reglurnar um at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, tá hitapumpur verða keyptar, eisini galdandi fyri sjóvarhita?

- Sjúkrarøktarfrøðingur á endastigi fær góðar 3.700 kr meira um mánaðin, meðan BLF-ari fær góðar 6.500 kr meira um mánaðin

Fyrrverandi forsetin Donald Trump er á odda í eini nýggjari veljarakanning hjá The Wall Street Journal

- Okkara støða í Fólkaflokkinum hevur verið greið frá byrjan. Virðini og ringvirkningarnar, ið koma burturúr avtaluni, hava alstóran týdning fyri okkara búskap

- Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni at hækka prísin á heilivági, tí tað kemur bara at ganga útyvir tey, ið eru ringasta fyri

- Afturat lønarhækkingini er semja um m.a. førleikaviðbøtur, broyttar flokkingar fyri skúlastjórar og lærugreinaráðgevar, fundarsamsýning fyri fundir uttan fyri skúlan og betri treytir fyri barnsferð

- Í dag hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring

- Skipaeftirlitið (nú Sjóvinnustýrið) var yvirtikið 1. januar 2002. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tók tá avgerð um, at tað skuldi liggja í Vágum, og soleiðis var í nógv ár

Føroyar og Russland hava í dag gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024. Talan var um talgildan fund

- Nú er at fáa gjørt lidnar frágreiðingarnar um fígging og haldføri og nýtslu av gróti, soleiðis at málið kann fyrireikast til endaliga politiska viðgerð

- Í dag er eitt ár síðani Løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn bjóðaðu seg fram til at fáa føroyska samfelagið á rætta kós

- Henda fasta kæra heilsanin, sum vit fáa hvørja ferð lent verður í Vágum, hóskar eisini til henda dagin, nú tit í Sjóvinnustýrinum endiliga sleppa heim á Giljanes

Beinir Johannesen er á øðrum plássi, og sitandi løgmaður, Aksel V. Johannesen er á triðja plássi. Tey flestu vilja hava Bárð til løgmann, sambært Spyr-kanning

- Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Sjóvinnustýrið nú kemur heim aftur vestur í Vágar

Samgongan missir tilsamans fimm tingsessir, meðan Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu skipa meirilutasamgongu einsamallir, skrivar KVF

- Mia Wagner leggur frá sær sum ráðharri, Fólkatingið hevur samtykt koranlógina, og nú hevur Mike Fonseca eisini valt at leingja sítt sjúkrafarloyvi

Henrik Old í tnginum: - Høvdu Føroyar bara havt ein Regin á Bakka afturat, so kundu øll onnur veri sum Erling Ejdesgaard

- Tí hevur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna Javnaðarfloksins, sett landsstýriskvinnuni í almannamálum nakrar fyrispurningar um málið

Løgtingið hevur í dag (einmælt) samtykt broytingaruppskotið um at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir