Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Eg undrist á, hví tey ikki samráddu seg liðug, heldur enn at leggja eitt onkisigandi skjal fram.

- Talan er um eitt skjal, sum ein og hvør kundi havt skrivað, eitt skjal við ongum reyðum tráði, ongum stavnhaldi, ongum greiðum boðskapi, sigur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, eftir at hava lisið samgonguskjalið.

- Ístaðin fyri at frætta hvat landsstýrið ætlar sær at gera, er samgonguskjalið fylt við leysum orðingum. Úr rúgvuni kunnu nevnast: "ferð verður sett á... mennast skal... stig verða tikin til... virkað verður fyri... orðaður verður... dentur verður lagdur á... møguleiki verður latin upp fyri... kannað verður... átøk verða framd... ætlan skal gerast... vinnan skal eggjast til... miðvíst skal arbeiðast fyri... nýskipan skal fremjast"... og "vit vilja tryggja, styrkja, lætta, skapa."

- Tá so endiliga okkurt, sum minnir um konkretar ætlanir, verður nevnt, so er heldur ikki tað trygt. T.d. lesa vit um lækkan av ríkisveitingini, men beinanvegin verður ein trygdarventilur settur inn fyri at tryggja at neyvan nakað hendir á tí økinum.

- Sama við konkretu ætlanini um umskipan av uttanlandsnevndini, hendan verður nevnd, men nærri spurd viðganga tey, at fyri at hetta kann gerast veruleiki, má Stýrisskipanin broytast, men at hana ætla tey sær ikki at broyta, sigur Jenis av Rana.

Sum eisini vísir á, at tað, sum skrivað og sagt verður um radaran er svørt tokutala.

- Ført verður fram, at so skjótt vit hava yvirtikið loftrúmið, er radarin føroyskur.

- Makan til bluff skal man leita leingi eftir!

Jenis av Rana vísir eisini at, at øll lyftini um bráneyðuga hjálp til "ringast sperdu borgararnar" vórðu eftir øllum at døma gloymd, so skjótt seinastu atkvøðurnar vóru komnar í hús, tí nú verður bert hjálpt, "um ógvusligu príshækkingarnar halda fram."

- Beinleiðis svik við vallyftum, sigur Jenis av Rana.

- Og ikki eitt konkret orð um stóra humanitera sorgarleikin, ið leikar á í Ukraina.

- Menniskjaligu sorgarleikirnir verða ikki nevndir við einum orði í samgonguskjalinum hjá hesum trimum flokkunum, sum fyltu fjølmiðlarnar við ákærum móti farnu samgongu, tí at vit, sambært teimum, "onki gjørdu"!

- Ikki eitt orð um hesi óseku, heldur ikki um tey av teimum, sum farna landsstýrið opnaði dyrnar fyri. Eisini yvirskipað og tóm orð, sigur Jenis av Rana í viðmerking til VP.

Les eisini:

Tórshavn og Vágur eiga nú Tinganes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo