Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Forsætisráðstovan í Danmark ávarar um at hetta er ein falskur profilur

Seinastu málsøkini eru eftir at fáa uppá pláss

Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram í dag. Samráðingarnar millum flokkarnar byrjaðu klokkan tíggju fyrrapartin

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava í dag fingið skrivað seg so mikið lidnar, at fyrsta útkastið til eitt nýtt samgonguskjal er liðugt, skrivar Kringvarpið

- Føroyingar vilja hava sjálvstýri. Hví hava vit so ikki fingið tað? Orsøkin er, at nógv av teimum, sum ynskja at fáa sjálvstýri, halda at vit ikki hava ráð enn. Fyrst skulu vit mennast, og so kemur tann stóri dagurin, tá okkara dreymur kann setast í verk

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sum samráðast um at skipa nýggja landsstýrissamgongu eru samdir um tað mesta

Í sendingini fylgja vit Onnu Falkenberg frá einum av seinastu arbeiðsdøgunum sum ráðgevi fyri abban á Christiansborg til valkvøldið, tá úrslitið er greitt og sessurin fer í arv

- Støðan er tann, at svinnið í lívmargfeldinum ongantíð hevur verið so ógvusligt sum nú, síðan dinosaurarnir útdoyðu

- Tað verða serliga løgtingslimir frá útreiðslusíðuni, sum fara at smíða lógirnar næstu fýra árini

- Takk fyri tykkara álit enn einaferð, og 7 ferðir síðan 2002 uttan steðg at hava valt meg á Føroya løgting

- Eg vil av hjarta takka tykkum, sum vístu mær álit til løgtingsvalið

Fundaðust til klokkan 8 í gjárkvøldið

- Ruth kundi uttan hóvasták brúka eina fintu, sum kundi geva henni og Framsókn alibi fyri, at tey vildu so nógvan borgarligan politikk sum gjørligt, heldur enn sosialistiskan

- Tá sagt verður, at ríkisveitingin forkom samráðingunum millum F, C og B, so er tað beinleiðis ósatt

Flokkarnir viðgera millum annað mentan, vinnumál, heilsumál og samferðslu

- Samanumtikið vænti eg, at komandi stjórnin fer at lurta enn meira eftir Føroyum. Og at vit í nógv størri mun kunnu vænta at gerast partur av teimum málum, sum viðvíkja okkum

Ætlanin er at brúka pengarnar, sum verða spardir við at avtaka dýra biðidag, til at økja um hernaðarligu útreiðslurnar

- SVM-stjórnin fer at virka fyri, at nýggja fongslið, ið skal byggjast í Føroyum, stendur liðugt í 2029, og at umstøðurnar hjá løgregluni í Føroyum skulu betrast

- Kravið um blokkniðurskurð var tó so mikið stórt, at fíggjarliga hekk tað ikki saman, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, við KVF (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

- At Javnaðarflokkurin nú hevur slitið samstarvið við Sambandsflokkin og vil vaksa meir um okkara sjálvstýri, enn Sambandsflokkurin vil, er ein stórhending

Sosialdemokratarnir, Moderatarnir og Vinstri hava tíðindafund um grundarlagið fyri nýggju stjónarsamgonguna

Landsnevndin er longu farin til verka at blása nýtt lív í elsta flokkin á tingi, sum tó ikki rakk uppum tinggáttina seinasta val

Nú klokkan 9 hittast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn fyri at tosa um treytirnar fyri einum samgongusamstarvi

Sosialdemokratarnir, Venstre og Moderaterne hava gjørt av at skipa stjórn í Danmark

- Nú ivi er sáddur alment, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins

Eftir vánaliga úrslitið á løgtingsvalinum hartar aðalstjórnarformaðurin formannin. Tað líkar einum av teimum mest garvaðu ikki

- Nú er spenningur í luftini í føroyskum politikki

Fyrst fer Aksel V. Johannesen, sum eigur initiativið, at tosa við Sambandsflokkin og Framsókn

Hvussu kunnu vit fáa sjálvstýri nú?

- Ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum stóðu um Fólkaflokkin á valinum 8. december

- Ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum valdu Sambandsflokkin á løgtingsvalinum hesaferð. Eina serliga tøkk sendi eg tykkum 713, sum valdu at stuðla mær persónliga

- Av hjarta takki eg øllum tykkum, ið valdu javnaðarflokkin til løgtingsvalið

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi í apríl í ár, segði formaðurin, at Tjóðveldi fer ikki í landsstýrið, um flokkurin ikki fær semju um verulig stig til at gera okkum leys av blokkinum og fáa týðandi mál á føroyskar hendur

Til nýggj samgonga er skipað er Bárður á Steig Nielsen løgmaður. Tingið skal eisini hava nýggjan formann, tí Jógvan á Lakjuni stillaði ikki uppaftur til valið hósdagin, og fer tí at leggja frá sær tá nýggj samgonga er skipað

Løgtingsformaðurin fer nú at skipa fyri formansumfari til tess at peika á nýggjan samráðingarleiðara

- Nú høvdu vit eitt áhugavert løgtingsval 8. desember 2022

Takk til tykkum, ið stuðlaðu Sambandsflokkinum á valinum í gjár

- Ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum stóðu um Fólkaflokkin á valinum í gjár. Serlig tøkk til tykkum, ið góvu mær stuðul at halda fram

Eisini hjá varafólki verður trupult at fáa umboð á ting sum hava bústað í Sandoynni

Tað er eisini áhugavert at hyggja at hvør er næstur á listanum hjá ymsu flokkunum, tí tey kunnu fáa ein tingsess kortini um ein av teimum valdu fer í landsstýrið

Fekk bert eina atkvøðu meira enn Bjørt Samuelsen

Uni Rasmussen fekk ikki nóg nógvar atkvøður til at verða valdur inn á ting

- Ber tað ikki á mál hjá mær at skipa nýggja samgongu latið eg mandatið frá mær, sigur løgmaður

Bæði Annika Olsen og Sólvit Nolsøe, sum fóru úr Fólkaflokkinum, eru vald á ting. Annika Olsen fyri Tjóðveldi og Sólvit Nolsøe fyri Framsókn

Tryggjar sær triðja umboðið nú Havnin er upptald

Í løtuni sær út til at Jenis av Rana og Steffan Klein Polusen verða valdir fyri Miðflokkin

Nú bara Tórshavn er eftir, er stóri spurningurin um Fólkaflokkurin fær 6 ella 7 tinglimir, og um Framsókn fær 2 ella 3 umboð

Nærum annar hvør valdi Fólkaflokkin í Klaksvík, sum kortini hevur eina afturgongd uppá 5%

Tað er sama søgan - flokkurin sum einaferð bleiv róptur Gamla Sjálvstýri, dettur kanska, kanska ikki inn um tinggáttina

Nú 54 valstøð eru tald sær út til at Bárður á Steig Nielsen hevur fingið 803 atkvøður