Hervør Pálsdóttir varð á tingbólkafundi í gjár vald til virkandi næstforkvinnu í Tjóðveldi, nú Sirið Stenberg umboðar flokkin í landsstýrinum.
Sambært reglum floksins kunnu formaður og næstforkvinna floksins ikki sita í landsstýri í senn. Tá gerst umboðið fyri tingbólkin í aðalstjórnini virkandi næstforfólk.
- Eg gleðist um at vit sleppa til verka. Tað er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd, at sleppa at leiða flokkin á tingi. Mítt greiða mál verður, at tað skal væl og virðiliga merkjast, at Tjóðveldi aftur er í landsins stjórn, sigur Hervør Pálsdóttir.
Umframt at vera næstforkvinna, er Hervør eisini forkvinna hjá Tjóðveldi á Løgtingi – sokallað tingbólkaforkvinna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo