Sjúrður Skaale nú er formaður í Artisku sendinevndini hjá Fólkatinginum. Tað sigur skrivstova hansara í tíðindaskrivi sum er sent miðlunum í morgun.
Artiska sendinevndin arbeiðir við evnum so sum trygdarpolitikki, umhvørvisvernd og burðardyggari menning. Sjúrður Skaale er oddafólk í sendinevndini, sum fer at luttaka á fundum, seminarum, ráðstevnum og ferðum, har spurningar viðvíkjandi Arktis verða viðgjørdir.
Sjúrður Skaale er eisini varalimur í Uttanríkispolitisku nevndini og næstformaður í Føroyanevndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo