Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og innlendismálum
Evni: Kritiska undirstøðukervið – samskiftislinjurnar

Spurningar:
1. Hvat var orsøkin til, at bygdirnar norðan fyri Árnafjarðartunnilin, so at siga, mistu alt samband við umheimin tann 30. desember 2022?

2. Kann sama brek henda aftur?

3. Er tað aðrastaðni í landinum, at brek á ein einsamallan kaðal kann kvetta alt samband við umheimin?

4. Er tað møguligt, at alt landið missir sambandið við umheimin, um ein einsamallur kaðal fær brek í miðstaðarøkinum?

5. Hvussu kann ein slík støða fyribyrgjast?

6. Hvat kostar tað at fyribyrgja slíkum breki?

7. Hvør er tilbúgvingin í slíkari støðu, har allar vanligar “samskiftislinjur” eru óvirknar?

8. Hava eitt nú løgreglan, sjúkrabilurin og sløkkiliðið nakra alternativa “samskiftislinju” tá ein slíkur kaðal fær brek?

Viðmerkingar:
Fríggjadagin 30. desember 2022 fekk ein kaðal brek við tunnilsmunnan í Árnafjarðartunlinum. Tað gjørdi, at Árnafjørður og allar bygdirnar fyri norðan fjall mistu sambandið við umheimin. Ongin fastnettelefon, ongin fartelefon, onki internet, onki útvarp (KVF), onki sjónvarp og heldur einki samband við alarmsentralin á 112.

Tað einasta, sum fólkið norðanfyri fekk samband við, var FM signalið hjá eitt nú Sjey og Radio.fo. Nøkur fangaðu eisini AM signalið frá millumbylgjusendaranum á Akrabergi.

Tilbúgvingin vísti seg ikki at vera nøktandi. Sjálvt ikki løgreglan, ið stongdi vegin fyri ferðslu norðanfyri (tunlarnir norður um fjall vóru stongdir í umleið 4 tímar, meðan brekið skuldi rættast), hevði samband við sentralin ella meginlandið á nakran hátt. Teir vóru í somu støðu sum allir aðrir borgarar norðanfyri.

Fyrispurningurin er ikki bara settur fyri at lýsa einstøku hendingina norðanfyri, men fyri at fáa greiðu á kritiska undirstøðukervinum sum heild, tá tað kemur til “samskiftislinjurnar”. Endamálið er at kanna, um vit eru nóg fyrireikað upp á slík óhapp, sabotasju ella hvat nú kundi komið fyri aftur.

Á Løgtingi, 11. januar 2023
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo