Republikanski Kevin McCarthy er nýggjur formaður í Umboðsmannatinginum í USA.
Hann varð í nátt valdur við 216 atkvøðum. Mótstøðumaðurin, Hakeem Jeffries úr Demokratiska flokkinum fekk 212 atkvøður.
Hetta var ikki minni enn 15. atkvøðugreiðslan um formanssessin, og tað er søguligt. Tað er ikki hent í 164 ár, at tað hevur tikið so langa tíð at finna nýggjan formann til Umboðsmannatingið, skrivar tv2.dk.
Umboðsmannatingið er annað kamarið í Kongressini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo