Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Ætlanin er ikki at leggja eftirmetingina frá 2016 fyri Løgtingið til viðgerðar. Hildið verður ikki, at hon er tíðarhóskandi

Fólkatingið í Danmark mælir sínum limum og starvsfólkum frá at brúka appina TikTok á síni telefon, sambært tíðindaskrivi frá fólkatinginum, skrivar DR

ES og Bretland eru samd um eina nýggja avtalu í sambandi við Norðurírland-protokollina, siga ikki navngivnar keldur fyri bretskum miðlum

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin leggja nú uppskot fyri løgtingið um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum

Tey Radikalu boða nú frá, at tey eisini stuðla uppskotinum hjá stjórnini

Sambandsflokkurin leggur uppskot fram um inflasjónsískoyti til sperdar familjur - tær skulu fáa eina eingangsupphædd á 12.000 kr, ætlar flokkurin

Sjálvstýri kláraði ikki uppum tinggáttina á seinasta vali, men formaðurin vil fegin halda lív í flokkinum til næsta val tá ætlanin er at stilla upp aftur

Andstøðan finst at Høgna Hoydal fyri ikki at hava viðgjørt málið saman við andstøðuni, skrivar KVF

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur raðfest at hækka játtanina til felagsskapin Beran við 400 tús. kr. á fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen feldi nøkur tár, tá ið ein ukrainskur drongur, Vlad, luttók í gudstænastuni fyri Ukraina

- Eru ætlanir um at gera fleiri «Top-Up» til styttru framhaldsútbúgvingarnar, soleiðis at tey lesandi kunnu gerast professións bachelor í Føroyum?

- Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið

- Í november 1977 vitjar ein eldri maður fleiri flakavirkir kring landið. Serliga Polarfrost í Vági hugtekur hann. Hetta er ikki fyrstu ferð, at sovjetiski fiskimálaráðharrin vitjar í Føroyum

Í gjár vóru Tóra við Keldu, forkvinna og Bárður A. Ísheim, aðalskrivari í MEGD á vitjan hjá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá

- Høgi olju- og gassprísurin er uttan iva ein orsøk, men fyri gass ger tað seg eisini galdandi, at undirstøðukervið, t.e. gassleiðingar, vestan fyri Hetland alsamt nærkast føroyskum øki

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, hevur lýst nýggja kunngerð, sum ger tað lættari hjá keyparum skjótt og lætt at kunna seg um prísin fyri eina vøru og at sammeta við javnlíka vøru

RMA hevði 6 skot innanfyri rammuna og 5 fóru í mál

Dagstovnaráðið hevur handað landsstýrismanninum og formanninum í Kommunufelagnum tilmæli

- Dugni ger eitt stórt og umráðandi arbeiði, og tørvurin at koma í arbeiðsbúgving er stórur. Tí er tiltrongt at hækka játtanina til Dugna, so at fleiri fáa hendan møguleikan, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Triðja viðgerð er av uppskotinum um áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør og avgjaldsjavnseting av bensin- diesel- hybridakførum

Stuðulin í 2023 er ætlaður til fyrireikingar og projektering, og er skotin upp at vera 4,62 milliónir tilsamans

Í januar mánaði spurdi Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, danska uttanríkismálaráðharran um handilsambandið millum Russland og Danmark

- Sangurin hjá Hjørdis og gentunum er háaktuellur. Ein loysn má finnast, so børn bæði sleppa og tíma at ganga á dagstovni

- Kannað verður, um neyðugt er at gera greiðari ásetingar um mótrokning av frítíðarløn

- Tað fer at kosta 7 milliardir krónur at elektrifisera alt landið, segði Kaj Leo Holm Johannesen undir viðgerðini í dag

Steffan Klein Poulsen er Liverpool-fjeppi, tað er Jóhannis Joensen eisini, og í viðmerking avdúkaði Henrik Old, at fyrr hugdi hann eftir Liverpool, men tí er hann givin við

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið, hevur landsstýriskvinnan í Almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, valt at raðfesta frítíðartilboð til børn við serligum tørvi

- 56 dagar eru farnir, síðan samgongan tók við tann 22. desember í fjør. Eg haldi, at tað kundi gingið skjótari at fingið inflasjónshjálparpakkan í Løgtingið

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú gjørt løgtinginum greitt, at hann fer ikki í tingið við lógarbroyting, og tí fara loyvini úr gildi um 11 ár, altso 1. januar 2034, skrivar KVF

- Náttúran er hornasteinurin undir okkara grundleggjandi lívstreytum og trivnaði. Men skal margfeldið í føroysku náttúruni verjast, er neyðugt at menna og samskipa vitan um føroysku náttúruna

Samgongulimurin Erling Eidegaard hevði nakrar atfinningar viðvíkjandi fíggjarlógaruppskotinum hjá samgonguni, men fegnaðist eisini um at blokkurin er skerdur

Landbúnaðurin skal mennast, og tilvitskan um alt tað góða, sum fæst úr føroysku moldini og úr sjónum, skal gerast betri

Síðan 2017 hevur serstøk játtan verið á fíggjarlógini til nýggjar serlæknar - sokallaða serlæknapuljan. Hetta tíðarskeiðið eru higartil tilsamans settir 10 nýggir serlæknar av hesi játtanini

Helgi Abrahamsen nevndi at nógv av tí sum sagt var undir valstríðnum, verður ikki sett í verk í ár, og nevndi samtíðis at grøna samgongan hevur sett 700.000 krónur av til vinnuligan kolagrevstur

Í komandi viku fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022

Føroyskir bátasmiðir fáa nú betri umstøður, tá tað snýr seg um at fáa til vega seym, spíkar og røur til føroyska bátin

Samgongulimurin Karlot Hergeirsson nevndi nógv, sum stendur í fíggjarlógaruppskotinum, ymiskt sum fær stuðul runt um í landinum, men saknaði stuðul til Ovasavnið í Nólsoy

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 verða settar av 200.000 kr. til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í Washington. Eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington upp í 2024

- Vit høvdu sett 7 milliónir av til Tjóðleikhúsið, men samgongan hevur lækkað játtanina til 4 milliónir, og tað kundi eg hugsað mær at fingið at vita, hví tað er gjørt

Undir valstríðnum lovaðu flokkarnir at mótrokningin fór at liggja um 100.000, har onkur flokkur segði at eingin mótrokning skuldi vera yvirhøvur, men nú sigur Javnaðarflokkurin, at hon helst verður einans 60.000

Bygningarnir í Tinganesi skulu framyvir hitast við sjógvhita. Hetta ætlar Løgmansskrivstovan, sum hevur sett 2 mió. kr. av til verkætlanina í ár á fíggjarlógini fyri 2023, sum bleiv løgd fram týsdagin

- Føroyska samfelagið kann kortini merkja avleiðingar meira óbeinleiðis

Í fíggjarlógaruppskotinum verður lagt upp til fleiri batar innan útbúgvingarøkið

- Onkur skal hava sagt, at alkohol er heimsins besta upploysingarevni. Tað upploysir kærleika, parløg, lívsgleði og teg sjálvan

- Er tá neyðugt hjá tí almenna at halda fast við tey 34,8% í ognarluti, ella kundi almenni ognarluturin verið lækkaður til tey 10%, sum tað almenna í dag hevur at atkvøða við?

Undir munnligum fyrispurningum í spurningi um elbilar, segði Jørgen Niclasen seg hava hoyrt, at ein elbilur var komin inn á Brennistøðina, sum ikki visti, hvat hon skuldi gera við elbilin

- Vit senda áhaldandi børn av landinum, sum vit ikki megna at taka okkum av í Føroyum. Børn, sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu vera hjá sínum foreldrum

Læknavaktin verður styrkt soleiðis, at hon fær betri møguleikar at taka sær av teimum, sum ringja 1870, tá ið tey hava tørv á bráðfeingis hjálp til sálarligar trupulleikar

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í dag á fyrsta sinni við fylgi á fundi við biskup og Stiftsstjórnina um kirkjumál

- Tað er gott, at fleiri húsarhald leggja um til varandi orku. Tað ger mun. Men tað sigur seg sjálvt, at landið, sum eigur so nógvar bygningar, eisini má gera sítt