Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit takka nú fyri árið 2022. Eitt ár, sum varð merkt av mongum ófrættakendum, bæði úti og heima. Eitt ár, sum í politikki varð merkt av mongum ósemjum og óloystum arbeiði – og av tveimum valum í Føroyum. Og eitt ár, sum enn einaferð vísti, hvussu nógv fólk vilja gera so nógv fyri samfelagið, tjóðina og síni medmenniskju heima sum úti.

Vit í Tjóðveldi eru ómetaliga takksom fyri tann stuðul og tað stóra arbeiðið, sum valevni, feløg, sjálvboðin, stuðlar og veljarar aftur hava víst okkum í 2022. Bæði tá ið gongur við og tá ið gongur ímóti.

Vit hava nú fingið eina stóra ábyrgd í landsins stjórn, og kunnu vera við til at fremja nógv bjørt mál fyri land og fólk. Hetta megna vit bert at lyfta og fremja, um vit standa saman og samskifta um loysnirnar og avgerðirnar. Og ikki enda í frástøðu millum politiskar sessir, floksarbeiði og veljarar. Tað vilja vit gera alt fyri at megna saman í 2023 og árunum, sum koma.

Vit takka enn einaferð fyri brátt farna árið.

Og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Vegna Tjóðveldi
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo