Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Málið er at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung

- og fær tí ikki tryggjað sær, hvussu viðurskriftini eru í donskum fonglsum. Danski umboðsmaðurin hevur heimild at kanna hetta

Tá barnakonur kring landið noyðast til Havnar at eiga, skulu tær ikki longur fáa rokning fyri gisting og mat. Tað eru gleðilig tíðindi, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

- Taka vit til dømis Danmark, so eru Hospice spjadd út geografiskt og er støddin millum 9 og 24 pláss á hvørjum stað

- Tað er gott, at man hevur veitt ein hjálparpakka, ið hjálpir teimum harðast raktu her og nú, eins og undanfarna samgonga gjørdi, men stórur tørvur er á, at vit veita varandi fíggjarligar lættar yvir skattin

Lógin um kirkjuna skal broytast, so at dómprósurin ikki skal vera einsamallur við sínum uppgávum

- Tunlar eru ikki hørð men bleyt virði, segði hann í formansrøðuni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum

Her ber til at fylgja við í formansfrágreiðingini

Í november orðaði Sólvit Nolsø eitt uppskot um, at pengarnir skulu fylgja barninum. Nú má hann atkvøða móti sínum egna uppskoti

- Pabba, sum býr á Tvøroyri, fór húsum frá tíðliga í morgun fyri at náa við Smyrli klokkan 07.00. Seint seinnapartin er hann heima aftur á Tvøroyri. Hann er sostatt ein heilan dag heimanifrá í dag

Jørgen Niclasen, tingmaður, er ikki samdur við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, um at løgtingið framvegis skal eiga 'Gamla apotek' í miðbýnum í Havn. Hann mælir til at selja Gamla apotek

Tingfundurin byrjar í dag kl 10

Formansskapurin hevur broytt avgerðina um at selja, tí hann heldur, at Gamla apotek kann brúkast til onnur endamál

- Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Sambandsflokkurin hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um at broyta tøkugjaldið í alivinnuni

- Hetta uppskotið vendir fullkomiliga skeivt, segði Jøgren Niclasen nú uppskotið um grundvatn er til viðgerðar

Hanna Jensen, tingkvinna í Framsókn, undraðist á, at føroyski Landsbankin onga viðmerking hevði til uppskotið til ríkislógartilmæli sum er til viðgerðar nú

- Nøkur fáa ovurstórar pensjónir meðan onnur fáa eina lítla pensjón, segði tingmaðurin Erhard Joensen millum annað undir viðgerðini av mótrokningini hjá pensjonistum

Ríkisdagurin í Svøríki hevur atkvøtt ja til at fara upp í verjusamgonguna NATO, skrivar Aftonbladet

Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt uppskotið hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um familju- og hjálparískoyti

Mánadagin 20. mars var Dennis Holm, landsstýrismaður, á vitjan hjá trimum fiskavirkjum í Eysturoynni. Byrjað var hjá Sjógæti á Eiði

- Seinastu árini hava verið hendingarík í báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað inntøkur landskassans fíggjarliga

- Eg veit, tit gera megnararbeiðið hvønn einasta dag í árinum, allan sólarringin. Tit gera tað í stillum. Kanska alt ov stillum

Uppskotið um at broyta starvsheitini hjá løgtings- og landsstýrismonnum kemur til fyrstuviðgerð

- So hví Johnny og onnur soleiðis í onkrum føri gloyma hagtøl, í øðrum førum samanbera perur og bananir, og í onkrum triðja føri brúka beinleiðis villeiðandi tøl, kunnu vit bara gita um

Broytingarnar í veiðigjøldunum hava m.a. við sær, at gjøldini, sum skipini í Barentshavinum skulu gjalda, verða lækkað. Samgongan skeyt upprunaliga upp, at gjaldið frá Barentshavsflotanum skuldi tvífaldast, skrivar KVF

- Útvarpið hjá Kringvarpinum verður at hoyra í tunlunum Norður um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum, tá teir verða lidnir

Kommunurnar skulu eisini vænta at fáa burtur av gjøldunum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum við Útvarpið

- Hvørjum átøkum arbeiðir Heilsumálaráðið við fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum?

Fýra fyrstuviðgerðir eru í tinginum í dag

- Eg eri sera fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tíðarskeiðið við koronafarsóttini, hevur víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum

Tað er høvuðsboðskapurin í temagrein hjá Sjúrði Skaale í Altinget um viðurskiftini í Arktis og fiskiveiðuavtaluna við Russland

Javnaðarkvinnan av Eiði, 36 ára gamla Magna Eliana Mørkøre, hevur júst nú tikið sæti á tingi fyri fyrstu ferð

Tjóðskaparkensla er góð og gagnlig. Nationalisma er skaðilig. Nøkur orð um sendingina ”O, Móðurlandið!”

 

Eisini atkvøður tingið um ætlaða familjuískoytið hjá landsstýrinum

Leygardagin 25. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður klokkan 08.30

- Upphæddin er spakuliga vaksandi sambært TAKS

Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið

- Í 2020 vóru fyrstu húsagangirnir hjá íversetarafeløgum

Johan Dahl, tinglimur í Norðurlandaráðnum, tekur lut í hesum døgum á fundum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík

- Tað skurrar í oyrunum á mær, tá eg hoyri, at vit tosa um tey fólkini, sum veruliga stríðast í fiskivinnuni. Sum hava vunnið okkum øll hesi rættindini

- Hesin hjálparpakkin má koma skjótast gjørligt, sigur Súsanna Bertholdsen, sum hevur verið í samband við fíggjarliga sperdar føroyingar sum vátta, at støðan er ring

Bretska stjórnin fer at banna kinesisku appini Tiktok á øllum tænastutelefonum seinnapartin. Tað skrivar Sky News

Eisini andstøðuuppskotini um at lata gjald fyri ansing fylgja barninum og um at verja børnini ímóti ónæriligum myndum og øðrum ágangi á internetinum koma til fyrstu viðgerð

- Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at gera dygdina av stráfóðrinum til eitt atlit, sum stuðulin verður goldin út eftir?

Politikarin Henrik Flesicher er farin saman við fleiri undir at stovna ein nýggjan flokk, sum skal arbeiða fyri einum sjálvstøðugum Grønlandi

Løgtingið viðger í dag lógarupppskotið frá Sambandsflokkinum um inflasjónsískoyti til sperdar familjur. Talan er um at veita eina eingangsupphædd á 12.000 kr.

- Hví verða føroyskir fangar, sum eru handtiknir og fongslaðir í Føroyum, sleptir út á gøtuna í Danmark heldur enn at verða fluttir heim til Føroya, har teir vóru frælsistiknir av fyrstan tíð?

Breiður meiriluti í Fólkatinginum hevur samtykt avtalu um ein Ukraina-grunn. Flokkarnir Eindarlistin og Alternativu eru ikki við í avtaluni

Johan Dahl, tinglimur í Norðurlandaráðnum, luttekur í hesum døgum á fundum í Norðurlandaráðnum í Reykjavík