Radikali Vinstri hevur í dag sína árligu nýggjársstevnu, har ið millum annað Martin Lidegaard úr Radikala flokkinum, Lars Løkke Rasmussen úr Moderatunum, Søren Pape Poulsen úr Konservativa flokkinum og Franciska Rosenkilde úr Alternativinum hittast til eitt forfólkaumfar.
Ein av stóru ósemjunum er ætlanin hjá nýggju stjórnini í Danmark at avtaka ein heilidag, eftir øllum at døma dýra biðidag.
Hugsanin við hesum er at brúka pengarnar, sum verða spardir við at avtaka heilidagin, til at økja um útreiðslurnar til verjumál.
Søren Pape Poulsen og Franciska Rosenkilde finnast hvassliga at hesi ætlan:
- Stjórnin hevur yvirselt hetta. Vit kunnu ikki loysa kríggið í Evropa við at avtaka dýra biðidag. Vit hava ikki sæð nakrar útrokningar upp á hetta enn. Vit vita ikki, hvat hetta kann hava við sær uppá longri sikt, sigur Søren Pape Poulsen.
- Danmark er ein kristin tjóð, og hetta er eisini eitt álop á okkara átrúnað, leggur hann afturat.
Franciska Rosenkilde slær fast, at fólk í Danmark skulu ikki arbeiða meira, enn tey longu gera.
- Hetta, sum stjórnin leggur upp til her, er at skrúva upp fyri hamsarahjulinum. Hetta er at fara tann skeiva vegin, sigur hon millum annað.
Men Lars Løkke Rasmussen, sum er í stjórn saman við Sosialdemokratunum og Vinstra, vísir aftur, at stjórnin ætlar at bakka í hesum:
- Vit standa fast. Tað krevur pengar at økja um útreiðslurnar til verjumál, ger hann greitt.
TV2.dk fylgir forfólkaumfarinum. Fylg við her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo