Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi verður løgtingsforkvinna.
Hetta er greitt, eftir at tingið varð sett í dag.
Bjørt Samuelsen er fyrsta kvinnan, sum verður løgtingsforkvinna, síðan Maritu Petersen, sálu, úr Javnaðarflokkinum.
Bjørt Samuelsen er somuleiðis fyrsta kvinnan nakrantíð úr Tjóðveldi, sum verður løgtingsforkvinna.
Fyrsti næstformaður er Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, annar næstformaður er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og triðja næstforkvinna er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo