Ukrainski uttanríkismálaráðharrin Dmytro Kuleba sigur í eini samrøðu við AP, at Ukraina ynskir ein friðartoppfund í februar mánaði næsta ár.
Hetta skrivar dr.dk.
Kuleba slær fast, at russar verða einans bodnir við til fundin, um teir frammanundan eru stillaðir fyri ein krígsrættardómstól.
- Russar siga, at teir eru til reiðar at samráðast, men hetta passar ikki, tí alt, sum teir gera á vígvøllinum, ber boð um tað mótsatta, sigur Kuleba.
Uttanríkisráðharrin ynskir, at friðartoppfundurin verður hildin í ST, tí at hetta er tað mest uttanveltaða staðið at halda fundin.
- Eitt og hvørt kríggj endar á samráðingarstigi, og eitt og hvørt kríggj endar sum eitt úrslit av tí, sum er hent á vígvøllinum og á samráðingarborðinum, sigur Kuleba.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo