CEF-flokkarnir eru komnir ásamt um at minka ríkisveitingina úr Danmark 25 milliónir krónur um árið tey næstu fýra árini.
Hetta merkir, at ríkisveitingin minkar 100 milliónir krónur í komandi samgonguskeiði.
Hetta kunngjørdi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á tíðindafundinum í morgun, har samgonguskjalið varð lagt fram.
Nýggja samgongan hevur í sama viðfangi gjørt av, at versna tíðirnar, og tað verður afturgongd í samfelagnum, so skal avtalan um ríkisveitingina endurskoðast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo