Móttøka verður fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi í morgin klokkan 14.
Áðrenn hetta verður tíðindafundur í morgin árini klokkan 8.45, har samgonguskjalið verður lagt fram.
Klokkan 10 verður so tingfundur, har millum annað løgtingsformaður verður valdur, og síðan verður løgmaður eisini valdur.
Útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis frá tíðindafundinum og tingfundinum í morgin, og stroymt verður á kvf.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo