Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jenis av Rana spyr nú løgmann, Aksel V. Johannesen, hvat øll aðalráðini kosta landinum.

Tvey nýggj aðalráð eru sett á stovn í hesi samgonguni, so aðalráðini nú eru níggju í tali heldur enn sjey.

Fulla orðaljóðið á spurningin er soljóðandi:

Løgmaður verður biðin um at upplýsa og útgreina hvussu stórur meirkostnaðurin verður av teimum broytingum nýggja samgongan og landsstýrið hava samtykt at gera, m.a. við at hækka talið av landsstýrisfólkum við tveimum- úr sjey upp í níggju.

Í útgreiningini verður hugsað um økta lønarkostnaðin av tveimum nýggjum landsstýrisfólkum, møguligum nýggjum aðalstjórum, øðrum eyka starvsfólkum í nýggjum og verandi ráðum, kostnaðin av nýggjum og/ella dagførdum hølum v.m.
Viðmerkingar:
Í nýliga endaða valstríðnum og í kjakinum, sum verið hevur í og um samgongusamráðingarnar, hevur eitt av høvuðsevninum, fyri ikki at siga lyftunum, verið, at "nú skal skil fáast á fíggjarliga oyðslinum", nú skal sparast. Serliga hava tað verið fólk í verandi samgongu, sum hava gingið á odda í retorikki og lyftum

Trupult er at síggja annað, enn at ein stór andsøgn er millum orð og gerðir. Hesin spurningur verður tí settur, so at løgtingslimir og vanligir føroyingar kunnu fáa greiði á hvussu hetta, at seta fleiri í starv uttan kostnað, letur seg gera.

Jenis av Rana
Løgtingslimur fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo