Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur kunngjørt, hvørji tey eru, sum koma at sita í landsstýrinum.

Tey eru:

Margit Stórá (J), landsstýriskvinna við heilsumálum

Djóni Nolsøe Joensen (J), landsstýrismaður við barna- og undirvísingarmálum

Ingilín D. Strøm (J), landsstýriskvinna við umhvørvismálum

Høgni Hoydal (T), varaløgmaður og landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum

Sirið Stenberg (T), landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum

Dennis Holm (T), landsstýrismaður við fiskivinnumálum

Ruth Vang (Fr), landsstýriskvinna við fíggjarmálum

Bjarni K. Petersen (Fr), landsstýrismaður við lógar- og innlendismálum

Hesi níggju koma í løgtingið fyri tey, sum nú fara í landsstýrið: Súsanna Bertholdsen (J), Kristianna Winther Poulsen (J), Hans Jacob Thomsen (J), Kim Durhuus (J), Eirikur í Jákupsstovu (T), Liljan Weihe (T), Erling Eidesgaard (T), Karlot Hergeirsson (Fr) og Hanna Jensen (Fr).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo