Hjartafelagið: Hjarta- og æðrasjúkur eru nummar eitt drepari um allan heimin og talið av fólki, sum liva við hjarta- og æðrasjúkum, er vaksandi.
Ígjøgnum tveir intensivar dagar hava norðurlendsku hjartafelagsskapirnir skift orð um royndir og víst á, hvat vit mugu arbeiða við í felag, so fleiri fólk í Norðurlondum kunnu liva longri og sunnari lív.
Niðurstøðurnar eru greiðar:
-
Stórur tørvur er á ætlanum fyri, hvussu vit kunnu viðgera hjarta- og æðrasjúkur á ES-stigi, norðurlendskum og landsstigi í øllum londum.
-
Á heimshjartadegnum, fara vit tí at heita á okkara heilsumálaráðharrar um at seta ítøkilig tiltøk í verk!
-
Saman kunnu vit gera mun!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo