BirkBloggur: Evroparáðið í Strassbourg hevur síðan 2001 gjørt av, at í øllum 46 limalondum, sum telja 700 milliónir fólk, skal hesin dagur verða evropeiskur máldagur. Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál. Í Evroparáðnum eru tey sannførd um, at málsligt margfeldi er eitt amboð, ið kann geva okkum í Evropa eitt størri innlit og verða ein grundarsteinur at byggja ein fatan av ríka mentanararvinum í okkara heimsparti á. Tí verður arbeitt miðvíst við at fremja fleirmæli - flersprogethed á donskum, plurilingualism á enskum, fjöltyngi á íslendskum - í Evropa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo