Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-030/2024 frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni, til Dennis Holm, landsstýrismann, um friðaðar/stongdar fiskileiðir og dokumenteraður virknaður av átøkunum

Spurningar:   
1. Hví verða fiskileiðir friðaðar/stongdar? 

2. Hvussu stórur prosentpartur av reellu fiskileiðunum á landgrunninum eru fullkomiliga ella partvís friðaðar/stongdar fyri trol?

3. Hvørjar søguliga góðar fiskileiðir til trol hava verið friðaðar ella stongdar longst?

4. Hvussu verða stovnsmetingar gjørdar?

5. Ber til at dokumentera, at virknaðurin á friðaðum/stongdum leiðum er positivur – tað vil siga, at átøkini virka eftir ætlan?

Svar:
Til spurning 1

Høvuðsamboðini í stýringini av fiskiskapinum eftir botnfiski á føroyska landgrunninum eru fiskidagaskipanin og økisfriðingar, umframt tekniskar reglur um reiðskap, skiljirist, minstamát á fiski og hjáveiðireglur. 

Tá fiskileiðir í føroyskum sjógvi hava verið friðaðar ber til at skilja millum tvær høvuðsorsøkir. Tann fyrra hevur til endamáls at skilja sundur reiðskap – húk og trol – sum illa fær roynt á somu leiðum samstundis. Hetta var fremsta endamálið við meginpartinum av teimum stóru trolfriðingunum, sum komu á landgrunninum í 1990 unum. 

Hin høvuðsbólkurin er friðingar, sum verða brúktar sum amboð til stovnsrøkt. Eitt dømi um slíkar friðingar er tíðaravmarkað friðing av gýtingarleiðum, sum eru settar í verk á føroyska landgrunninum fyri at verja serliga gýtandi tosk – men eisini í ávísan mun gýtandi upsa.

Gýtingarfriðingar eru galdandi ein ávísan part av árinum, í ávísum gýtingarøkjum. Annað dømi um friðingar, sum skulu verja búøki, t.d. eru nøkur smá korall-øki friðað fyri allari troling. Harafturat verða fiskileiðir bráðfeingis stongdar, um íblandingin av ungfiski í veiðini er ov stór.

Til spurning 2
Eg skilji “reel fiskileið” sum økið innan fyri 300 m dýpi, og sum samsvarar við høvuðsútbreiðsluøkið hjá toski og hýsu. Hetta mátið var eisini brúkt í einum tilmæli frá 1997, har útrokningar blivu gjørdar um friðingar og stongd øki. 

Í dag eru umleið 56% av leiðunum innan fyri 300 m dýpi stongdar fyri veiðu við troli alt árið, undantikið trolbátar, sum hava loyvi at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið. Um gýtingarfriðingarnar verða lagdar afturat, so er umleið 69% av økinum innan fyri 300 metrar dýpdarkurvina heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu. 

Til spurning 3
Størsti parturin av trolfriðingunum á landgrunninum høvdu í síni tíð fyrst og fremst til endamáls at skilja sundur reiðskap, sí spurning 1 og 2. Veiða við troli er ikki loyvd innan fyri 12 fjórðingar. Tær stóru trolfriðingarnar á landgrunninum komu í 1990-unum.

Seinni eru smærri broytingar gjørdar og onkur smærri øki komin afturat. Stongdu leiðirnar eru partur av stýringini av føroysku fiskiveiðuni, saman við fiskidagaskipanini, meskavídd, rist og reglum um hjáveiðu og undirmálsfisk/ungfisk.

Fyrstu gýtingarfriðingarnar vóru settar í gildi í 1970-unum og blivu broyttar nakrar ferðir tey næstu árini. Men eftir 1998, og fram til nýliga, vóru leiðirnar í høvuðsheitum óbroyttar. Í 2024 varð tíðarskeiðið víðkað í sambandi við endurbyggingarætlan fyri toskastovnin, sum tá var søguliga lítil.  

Til spurning 4
Endamálið við einari stovnsmeting er at meta um støddina á einum fiskastovni. Fýra høvuðsviðurskifti ávirka stovnsstøddina, tilgongd og vøkstur økja um stovnsstøddina, meðan deyði minkar stovnsstøddina. Deyðin verður býttur upp í fiskideyða (tað, sum verður fiskað úr stovninum) og natúrligan deyða.

Fyri at gera stovnsmeting er neyðugt at savna inn dátutilfar. Neyvleikin av einari stovnsmeting er tætt knýttur at nøgd og slag av dátutilfari. Hornasteinurin í stovnsmetingini eru veiðihagtøl, sýni av vinnuligari veiðu og gongdin í vinnuligari veiðu. Hagtøl frá rannsóknarskipum, t.d. Jákupi Sverra, innihalda vitan, sum ikki er tøk í vinnuligu veiðuni, t.d. hevur rannsóknarskipið smærri meskar fyri at fáa upplýsingar um smáfisk (tilgongd), og rannsóknarskipið ger kanningar sama stað, somu tíð á árinum og spjatt um allan landgrunnin, t.v.s. veiðu upp á roynd, sum er óheft av fiskiskapi. 

Havstovan ger stovnsmetingar í samstarvi við altjóða havrannsóknarstovnin ICES, sum hevur eitt rammuverk fyri stovnsmetingararbeiðið, har stovnsmetingar av føroysku høvuðsfiskastovnunum liva upp til tey strangastu krøvini hjá ICES.  

Til spurning 5
Í 2014 gjørdi ein arbeiðsbólkur eina eftirmeting av gýtingarfriðingum, trolfriðingum og skipanini við bráðfeingis veiðibanni. Niðurstøðurnar vóru í høvuðsheitum hesar: 

- at gýtingarfriðingarnar á landgrunninum virka eftir ætlan og verja í góðan mun gýtandi tosk, í ávísan mun gýtandi upsa, men als ikki gýtandi hýsu, 

- at trolfriðingarnar hava við sær, at trýstið á stovnarnar er minni. Her er tó vert at hava í huga, at fremsta endamálið við meginpartinum av trolfriðingunum, sum komu í 1990-unum, er at tryggja, at tey, ið royna við húki, ikki verða tarnað av troli,

- at skipanin við bráðfeingis veiðibanni virkar eftir ætlan.  

Úrslitini frá frágreiðingini í 2014 eru ikki dagførd. Tó er at siga, at yvirskipað vísa úrslit frá yvirlitstrolingum enn sama mynstrið við, at stórur partur av toskinum er at fáa í økjunum, sum eru stongd ella friðað. Tá toskastovnurin er væl fyri, vísa yvirlitstrolingarnar, at meira er av toski bæði á typiskum toskaleiðum, men eisini um allan landgrunnin. Sama er galdandi fyri upsa og hýsu.

Eitt ítøkiligt dømi, sum bendir á, at friðingar hava positivan virkna, er, at botnfiskurin á Føroyabanka er komin fyri seg, eftir at Bankin varð stongdur fyri at kalla allari veiðu í 14 ár frá 2008-2021. Bæði avmarkaði fiskiskapurin og yvirlitstrolingar vístu, at hýsa og toskur vóru heilt illa fyri frá miðskeiðis í 00’unum, men í 2021 var greitt, at toskastovnurin á Føroyabanka var komin fyri seg. Við øðrum orðum, tað kann taka nógv ár, áðrenn ein friðing vísir seg aftur í øktari stovnsstødd. Friðingin í sær sjálvari er ikki altíð nóg mikið til, at stovnar skjótt kunnu koma fyri seg – men, tá umhvørvisligar fortreytir og ein væleydnað gýting fella saman, ger friðingin sítt til, at stovnurin kann vaksa.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo