Nú eru fjølmiðlar á tremur við viðmerkingum frá andstøðupolitikarum og viðmerkjarum um, at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum skal frá.
Fyribils haldi eg ikki, at landsstýriskvinnan við sínum orðingum um Bústaðir í tinginum tann 2. mai, har eg var hjástødd, hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Men eg bíði við míni endaligu støðutakan, til eg havi lisið niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini og viðmerkingarnar hjá landsstýriskvinnuni.
Niðurstøðan frá Landsstýrismálanevndini er ikki almenn, so hana havi eg ikki sæð. Men Kringvarpið hevur fingið innlit í niðurstøðuna, siga tey, og í tíðindunum 25. september siga bæði Jenis av Rana og Jóhan Dahl, at Ingilín D. Strøm eigur at fara frá.
Andstøðan tevjar sjálvandi blóð, og serliga Jóhan Dahl, tingmaður Sambandsfloksins, var ógvusligur, tá hann viðmerkti støðuna í útvarpstíðindunum. Hann ákærdi beinleiðis landsstýriskvinnuna fyri at hava logið fyri løgtinginum fyri at fáa heimild til at lána 500 milliónir til Bústaðir. Hóast niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini framvegis er FYRIBILS, og hóast hon ikki er almenn enn.
Jens av Rana førdi fram, at landsstýriskvinnan so ella so skuldi frá, meðan Jacob Vestergaard, sum hevur kært landsstýriskvinnuna, var meira varin – hann bíðar við at gera viðmerkingar, til hann hevur sæð niðurstøðuna. Í hesum føri ætli eg mær at gera sum Jacob Vestergaard.
Vit hoyra eisini Jóannes Ejdesgaard, viðmerkjara, í tíðindunum á FM1, har hann róði framundir, at landsstýriskvinnan allarhelst má frá. Og teimum á baki hoyrdu vit ein sannførdan Árna Gregersen á Breddanum í gjár, sum heldur ikki sá nakra aðra loysn, enn at landsstýriskvinnan má rúka. Framvegis við eini FYRIBILS niðurstøðu frá Landsstýrismálanevndini sum grundarlagi.
Eg skilji ikki, at hesir harrar kunnu vita so væl og kunnu vera so avgjørdir, uttan at FYRIBILS niðurstøðan hjá Landsstýrismálanevndini er almannakunngjørd.
Og eg øtist um, at eitt mál, sum verður viðgjørt í trúnaði, verður likið til fjølmiðlarnar, hvørs viðgerð tykist fáa fólk at halda, at málið longu er endaliga avgreitt. Hetta er álvarsamt.
Langtíðarhaldført ella ikki langtíðarhaldført – tað er spurningurin
‘Sum nú er, ... havi eg ikki fingið ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum. ...
Eru avbjóðingar við langtíðarhaldførinum, so skal man sjálvandi hyggja uppá tað ... men eg havi ongar ábendingar fingið um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum. Tað er so eisini nakað, sum løgtingsgrannskoðararnir hava biðið um at fáa eina frágreiðing um ... Eru avbjóðingar við langtíðarhaldførinum, so skal mann sjálvandi hyggja upp á tað. So skal mann sjálvandi arbeiða við tí. Men eg havi ongar ábendingar um, at tað eru trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum...’
Soleiðis fullu nøkur av orðunum hjá Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu, í tinginum 2. mai. Í sama viðfangi segði hon eisini, at raksturin hjá Bústøðum er tungur, og at tað er neyðugt við tillagingum, men hesar orðingar eru ikki at hoyra, nú miðlarnir viðgera málið.
Kanningin, sum landsstýriskvinnan umrøðir í løgtinginum, varð umbiðin av Landsgrannskoðarunum og varð almannakunngjørd 8. mai. Grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt kanningina, sum er av langtíðarhaldføri hjá Húsalánsgrunni Føroya fyri tíðarskeiðið 2024 – 2033. Kanningin kann lesast á logting.fo, undir løgtingsmáli 059/2023.
Í kanningini hjá Januar stendur soleiðis: ‘Sostatt verður mett, at Húsalánsgrunnurin hevur nøktandi gjaldføri í mun til virksemið, sum er í gongd í løtuni.’ Eisini skrivar Januar, at: ‘Tað er tískil okkara fatan, at langtíðarhaldførið hjá Húsalánsgrunninum er nøktandi í mun til virksemið, sum í løtuni er í gongd.’
Hesa fatan hevði landsstýriskvinnan eisini, tá hon úttalaði seg í tinginum tann 2. mai. Ber til at siga, at hetta er ósatt?
Lat meg endurtaka:
Fyribils haldi eg ikki, at landsstýriskvinnan við sínum orðingum um Bústaðir í tinginum tann 2. mai, har eg var hjástødd, hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna.
Men eg bíði við míni endaligu støðutakan, til eg havi lisið niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini og viðmerkingarnar hjá landsstýriskvinnuni. Kanska onnur skuldu gjørt tað sama.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo