Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ÍSF: Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir. Ítróttasambandið avdúkaði í dag seks samstørv og búmerkið hjá leikunum

Betri Stuðul og Oyggjaleikir 2027 eru farin í navnasamstarv, og tað ber í sær, at leikirnir í Føroyum frameftir fara at eita Betri Oyggjaleikir ella Betri International Island Games XXI. Umframt navnasamstarvið eru fimm onnur samstørv gjørd, sum fíggjarliga syrgja fyri, at leikirnir eru í góðum hondum. Samstørvini fevna eisini um leikirnar í Orknoyggjum 2025 og Ítróttafagnaðin 2024, 25, 26 og 27.

Atlantsflog, Bakkafrost, MBM, Smyril Line og SMS fara saman við Betri Stuðuli at gera sítt til, at Betri Oyggjaleikir 2027 verða ógloymandi.

Síðan 1998 hevur skotski bankin NatWest International verið navnastuðul hjá IIGA, og hava oyggjaleikir tí itið NatWest International Island Games í 25 ár. Nú hevur bankin tikið seg burturúr, og seinastu NatWest leikirnir vóru í Guernsey í fjør. Eingin nýggjur IIGA stuðul er funnin, og tí fingu Føroyar høvi til at finna sítt egna navnasamstarv.

- Vit eru sera fegin um og takksom fyri, at hesar seks fyritøkurnar vilja samstarva við okkum um hetta risatiltak. Við hesum og landskassastuðulinum eru Betri Oyggjaleikir í góðum hondum, sigur Annleyg Lamhauge, limur í Oyggjaleikanevndini 27.

- Ítrótturin savnar okkum – bæði íbúgvarnar á ymsu oyggjasamfeløgunum, men sanniliga eisini føroyingar. Oyggjaleikirnir eru samstundis ímyndin av allari tíðini og orkuni, sum ítróttarfólk, venjarar, leiðarar og feløg leggja í ungdómin og allar teir óteljandi tímarnar av sjálvbodnum arbeiði rundan um ítróttina. Tí eru vit í Betri óalmindiliga errin av at kunna  vera høvuðsstuðul og geva okkara íkast  til Oyggjaleikir 2027, sigur Jens Johan, nevndarformaður í Betri p/f.

Búmerki avdúkað
Fyrr í summar skrivaði ÍSF út búmerkjakapping til Oyggjaleikir 2027, og á samkomu í Betri í dag varð eisini búmerkið, sum Robert Gutke av Eiði eigur, avdúkað.

Aldur, vindur, rørslur, breytir og veðrahorn eru nakað av tí, sum sæst aftur í búmerkinum, sum ein samd dómsnevnd valdi millum tey 51 innkomnu uppskotini.

Seks fólk vóru í dómsnevndini. Anna Maria Toftegaard, ÍSF, Barbara M. Lamhauge og Heidi Andreasen, Sansir, Niels Mortensen, Oyggjaleikanevndin 27, Hansina Iversen, næstforkvinna í LISA og Høgni E. Magnussen, grafikari í Kringvarpi Føroya.

Arbeiðið við at gera heimasíðu og samleika til Betri Oyggjaleikir 2027 fer nú í gongd. Samskiftisfyritøkan Sansir hevur fingið ta arbeiðsuppgávuna, og eftir ætlan verður heimasíðan almenn í juli næsta ár, tá ið oyggjaleikirnir í Orknoyggjum eru av.

Betri Oyggjaleikir 2027 verða í døgunum 3.-9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo