Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heimurin heldur ondini, eftir at Ísrael síðstu nátt framdi umfatandi álop á Hizbollah mál í Beirut.

Loftálopið var so umfatandi og ógvusligt, at tað risti allan býin, og minst 300 fólk skulu hava latið lív - sambært Ísrael alt fólk frá iranskt stuðlaða Hizbollah yvirgangsfelagsskapinum, sum síðani Hamas álopið á Ísrael í fjør áhaldandi hevur skotið rakettir inn í Ísrael, sum tískil hevur verið noytt at vart seg á tveimum hermótum.

Í talu síni til ST aðalfundin í gjár nevndi ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu ikki einaferð orðið vápnahvíld. Hann segði tvørtur ímóti, at Ísrael fer at halda fram við álopunum á Hizbollah.

Í Iran kallaði ovasti leiðarin, ayatollah Ali Khamenei í gjár sítt trygdarráð saman á skundfund. Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, kallaði ísraelska álopið fyri eitt krígsbrotsverk og lovaði, at Iran fer at standa saman við libanesarum.

Nær kemur næsti leikur - og hvør verður hann, spyr heimurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo