Fólkaflokkurin: Tað skal ongantíð vera ein fíggjarligur smeitur at fara í barnsburðarfarloyvi. Tí mugu vit tryggja, at barsilsútgjaldið ikki stendur í stað í longri tíð, eins og tað hevur gjørt í nógv ár. Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.
Fyri fyrstu ferð í 20 ár hækkaði hámarksútgjaldið úr barsilsgrunninum. Upphæddin fór úr 25.000 upp í 30.000 krónum.
Árini frammanundan hava broytingar í barsilsskipanini fyrst og fremst snúð seg um at hækka vikutalið fyri barnsburðarfarloyvi, og pengarnir eru farnir til tað.
Í undanfarna valskeiðivarð komið á mál, og vikutalið er nú 52 vikur.
Tíðin er nú komin at seta sær nýggj mál.
Vit mugu tryggja, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað
At hámarksupphæddin hevur staðið í stað í nógv ár, hevur havt við sær, at upphæddin ikki hevur fylgt við lønarvøkstrinum í samfelagnum.
Hetta hevur elvt til, at fleiri hava ein fíggjarligan miss av at fara í barnsburðarfarloyvi.
Tøl hjá Hagstovuni vísa, at miðalløninfyri hvønn persón er kr. 33.000, tað vil siga kr. 3.000 yvir hámarkið í dag. Mennirnir liggja á kr. 38.500 í miðal, meðan kvinnur liggja á kr. 27.400.
Í miðal fáa menn stóran fíggjarligan miss av at fara í barsilsfarloyvi, meðan kvinnur í miðal eisini høvdu fíggjarligan miss, áðrenn hámarkið varð broytt.
Tað hevur hjálpt at hækkað útgjaldið upp í 30.000 krónur, men tryggjast má, at útgjaldið ikki aftur stendur í stað í longri tíð.
Tí hevur Fólkaflokkurin lagt uppskot fram um, at hámarksútgjaldið á hvørjum ári verður javnað samsvarandi við prís- og lønarvøkstrinum í samfelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo