Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vitlíki (AI, Artificial Intelligence) er ein av størstu tøkni­menn­ingunum, sum okkara samfelag stendur yvirfyri. Tann skjóta framgongdin innan hetta økið hevur bæði stórar møguleikar og álvarsligar avbjóðingar við sær.

Tað er avgjørt neyðugt, at vit sum land, hava eina greiða og framtíðar­siktaða visjón fyri, hvussu vit skulu gagnnýta vitlíki og samstundis tryggja, at vit verja bæði borgaran og samfelagið.

Ein politisk ætlan og  yvirskipað politisk visjón má gerast ongantíð ov skjótt, sum inniheldur:

  1. Framtíðarsiktaða menning: Vit mugu hava sum mál at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki til at fremja nýskapan, arbeiðsmarknaðin, heilsuverk, og mentan, har samfelagið fær sum mest burturúr tøknini. Tað kann m.a. verða við at brúka vitlíki til at betra um tænastur í almennu fyrisitingini, men eisini at stimbra vinnuna við at nýta tøknina til nýskapandi verkætlanir. Vitlíki kann á henda hátt gerast ein drívmegi fyri búskaparligum vøkstri og trivnaði.

  2. Etiskar leiðreglur og lógarverja: Vit mugu tryggja, at vitlíki verður brúkt á ein etiskt forsvarligan hátt. Hetta kann gerast við at seta lógir og leiðreglur, sum tryggja, at menningin av vitlíki er í tráð við etisk krøv, bæði tá ið tað kemur til gagnnýting av persónsupplýsingum, trygd og sjálvbjargni hjá tólum. Lóggávan skal virka fyri, at vitlíki ikki verður nýtt at undirgrava borgarlig rættindi, persónliga trygd ella samfelagsstabilitet.

  3. Menning av førleikum og vitan: Politisk raðfesting má eisini fevna um at økja vitanina hjá borgarum og serfrøðingum um vitlíki. Vit mugu tryggja og hava kunnandi átøk og tilfar, so at bæði ung og eldri fáa førleikar til at skilja og gagnnýta vitlíki, umframt at hava kritiska hugsan til hesa tøknina. Her kunnu vitan­arátøk og orðaskifti á breiðari grund hjálpa at hækka tilvitskuna um, hvørjar avbjóðingar vitlíki hevur við sær.

  4. Tøkni sum amboð til samfelags­broytingar: Vitlíki og onnur tøknilig framstig, so sum tólmenni, kunnu verða ein partur av loysnunum fyri okkara avbjóðingar innan heilsuverkið, almannaøkið og í sambandi við aldurdómsrelateraðar tænastur. Við at skipa fyri skynsamari menning og innleiðing av tøkni, kunnu vit loysa haldføris­avbjóðingarnar, vit standa framman fyri, og soleiðis tryggja eina javnvág millum nýtslu av tøknini og varðveitslu av fólksligum virðum.

Lógartrygging og leiðreglur:

  1. Persónsvernd: Lógir mugu setast í verk, sum tryggja verju av persónligum upplýsingum. Øll gagnnýting av persónsupplýsingum við vitlíki má fylgja strongum krøvum um persónsvernd, har borgarin altíð hevur rætt til innlit og kann tryggja sær, at upplýsingar verða nýttar á rættan hátt.

  2. Ábyrgd og gjøgnumskygni: Tað skal altíð vera greitt, hvør hevur ábyrgd, tá ið vitlíki verður nýtt til avgerðir, serliga í almennum stovnum. Leiðreglur fyri gjøgnumskygni í avgerðar­tøku eru avgerandi, so at borgarin kann hava álit á, at tøkni verður nýtt rættvísliga og á ein etiskt forsvarligan hátt. Eitt serligt ráð eigur at setast á stovn sum burturav tekur sær av hesum økjum, vitlíki, talgilding og GDPR.

  3. Trygd og kritiskur infrastrukturur: Vit mugu tryggja, at vitlíki ikki gerst ein hóttan móti okkara trygd. Serlig atlit skulu takast til, hvussu vitlíki verður nýtt í sambandi við kritiskan infrastruktur og lands­trygd.

Við at seta hetta í verk kunnu vit sum samfelag taka tey neyðugu stigini til at gagnnýta vitlíkisframstig á einum skynsomum og tryggum grundarlagi og verða uppá forkant við tær avbjóðingar, sum vitliki kemur at hava við sær.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo