Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Løgmansskrivstovan: Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í vár vitjaði løgmaður Suðuroynna,  og í gjár gekk leiðin vestur í Vágar. Endamálið við túrinum er hitta fólk í øllum aldursbólkum og hoyra ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í nærumhvørvinum.

Blíðskapur og góð prát
Dagurin byrjaði við morgunmati saman við borgarstjórunum í oynni. Næst á skrá var virkisvitjan í Vága Floghavn, spurnartími saman við skúlabørnum, ferðavinnuprát í Bø og virkisvitjan á Hiddenfjord. Dagurin endaði saman við búfólki og starvsfólki á ellisheiminum á Sýnini. 

Løgmaður takkar fyri stóran blíðskap, áhugaverd kjak og týdningarmikil prát.  

Tað hevur týdning fyri meg at koma út í ymisku økini í Føroyum at práta við fólk. Hetta gevur mær møguleika at hoyra um tær góðu søgurnar, møguleikar fyri framman og avbjóðingar, ið fylla hjá fólki.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo